- Fekk sms frá mammu

Rói Danielsen bleiv bilsin, tá hann fekk landsliðsboð

Rói Danielsen visti av ongum, tá hann brádliga fekk boðini um, at hann er úttikin til A-landsliðið. Boðini fekk hann umvegis sms frá mammuni.

 

-       Hetta kom úr leysari luft. Eg visti av ongum og vildi ikki trúgva tí. Tað var ikki fyrr enn eg hoyrdi Lars Olsen tosa um meg í Rás2, at eg skilti at tað passaði, sigur Rói Danielsen við Sosialin.

 

Rói var til arbeiðis á Trygt, tá hann fekk eitt sms frá mammuni, sum skrivaði, at hann var komin á landsliðið.

 

- Tað fyrsta eg hugsaði var, at hetta kundi ikki passa. So eg og ein arbeiðsfelagitendraðu Rás2 fyri at vita um tað passaði, greiðir Rói Danielsen frá.

Hann er saman, sum skilst, saman við Símun Rógva Hansen, fyrsti spælarin, sum umboðar AB, ið er komin á A-landsliðið.

- Tað er sjálvandi fantastiskt. Hetta er tí tú spælir fótbólt. Tú strembar altíð eftir at røkka tindunum. Í føroyskum fótbólti er tað landsliðið, sigur miðverjin hjá AB.

Rói skuldi av røttum niður at lesa í summar, men valdi at útseta tað, tí tað gekk so væl í heimligu kappingini.

 

- Hetta var tí eg valdi at verða verandi, tí tað gekk so væl, sigur Rói fegin á málinum.

 

Rói Danielsen og Símun Rógvi Hansen eru fyrstu spælararnir, ið umboða AB, sum eru úttiknir til landsliðið. Rógvi Poulsen, sum er uppvaksin í AB, hevur eisini spælt á landsliðnum, men ikki meðan hann hevur umboðað AB.