Í takt við at inntøkurnar lækka og fíggjarstøðan er ikki er so góð hjá fleiri av føroysku fótbóltsfeløgunum, verða lønirnar til spælararnar lækkaðar tilsvarandi. Í samrøðu við heimasíðuna hjá Kringvarpinum sigur formaðurin í NSÍ, Andrias Lamhauge, at felagið lækkaði lønirnar í fjør og hevur gjørt tað aftur í ár, umframt at hann veit um, at onnur feløg hava gjørt tað sama, tí neyðugt er at repa seglini.