Í januar var felagið Tórshavn Boxing sett á stovn. Síðani stovnanina fyri yvir 9 mánaðum síðani hevur felagið staðið í rúkandi menning, og í morgin fara nakrir av íðkarum felagsins til Danmarkar á venjingarlegu, har ætlanin eisini er at kappast komandi vikuskiftið.
Les eisini: Føroyskir boksarar fara at kappast í Danmark
Ein av stovnarum felagsins, sum eisini er venjari í felagnum, danski Martin Meng sigur, at nógv fleiri eru byrjað at boksa í ár, enn hann hevði torað at droymt um.
- Felagið varð sett á stovn í januar í ár. Tað er nakað, sum aðrir saman við mær hava havt ætlanir um í nøkur ár. Tá ið vit byrjaðu vóru vit eini fimm-seks boksarar, men tá ið vit vóru komin í mai var talið av boksarum farið heilt upp í eini 40, sigur Martin Meng, ið leggur afturat:
- Boksararnir eru deildir upp í tvey. Eina liðið er ,,mikroliðið”, sum er fyri ungar boksarar, ið eru undir 12 ár. Hesir boksarar læra bert nøkur heilt grundleggjandi ting um tað at vera boksari. Síðani hava vit vaksnmannaliðið, sum er fyri øll yvir 12 ár. Har eru eini 25 íðkarar, sigur Martin Meng.
Martin Meng leggur tó afturat, at tað er ójavnt, hvussu nógv íðka boksing (ella nevaleik, sum tað eitur á grótføroyskum) alt árið runt, tí at aðrar og størri ítróttargreinir fara eisini avstað við fólki.
- Felagið er vaksið ótrúliga skjótt. Vit eru sera bilsnir á tann jaliga mátan um, hvussu nógv eru byrjað at boksa. Vit vita tó eisini, at tað eru fleiri, ið hava áhuga í ítróttinum, men fleiri av hesum eru upptikin av øðrum ítróttum, til dømis fótbólti. Vit mistu fleiri av okkara íðkarum, tá ið fótbóltsárið byrjaði í vár. Okkara felag tekur seg tó fram í smáum fetum, tí at felagið skal finna sær eitt stað at halda til. Tá vænta vit okkum enn fleiri íðkarar, tí at í løtuni venja vit bara í Vælveru. Tá ið vit koma aftur úr Danmark fara vit at gera okkara ítarsta fyri at finna egin høli til okkara virksemi, tí vit vita, at hetta fer at geva okkum fleiri íðkarar, sigur Martin Meng.