Nú øldin rennur út, fara helst nógvar uppgerðir at verða gjørdar yvir bæði leyst og fast. Nevndin í Felagnum Høganes hevur gjørt støðuna upp hesi seinastu árini, ið sluppin Høganes í Runavík hevur verið karmur um eitt fjølbroytt mentanarvirksemi. Eisini eru viðlagdar nakrar hugleiðingar um mentanarlívið í Eysturoy.
Felagið Høganes
Hetta felag hevur í ár 15 ár á baki. Endamálið hevur verið at varðveitt seinastu sluppina í Eysturoy sum eitt sjógripasavn. Hetta hevur eydnast hampuliga væl. Skipið er restaurerað soleiðis, at tað eisini kann nýtast til ymisk mentanartiltøk. Aftaná umvælingar í uml. 3 ár, vrð byrjað í smáum at hava ymisk tiltøk umborð. Ymsar siðsøguligar framsýningar og fyrilestrar eyðkendu 80-árini. Eftir at ungdómsbólkurin Tónasjón fór at virka í 90-árunum, eru mentanartiltøkini vorðin alt meira fjøltáttað. Her eigur at vera nevnt, at vøggan hjá vælkenda bólkinum Enekk stóð umborð á Høganes - har hesir dugnaligu sangarar og tónleikarar mangan bæði vandu og framførdu umborð. Tey ymsu tiltøkini eru flokkaði í hesar bólkar: siðsøguligar framsýningar, listasýningar, yrkingaupplestur, sjónleikur, fyrilestrar & frágreiðingar, Kingo-sangur, fólkatónleikur, jazz-tónleikur, popp-tónleikur, vísusangur, blues-tónleikur, rokk-tónleikur, klassiskur tónleikur, fólkadansur, kórsangur, kabarett og filmssýning. Verður hugt at myndini niðanfyri, sæst, at fólkatónleikurin er einamest umboðaður: ein triðingur av teim almennu tiltøkunum (tils. 152 í tali) hevur verið fólkatónleikur. Men listargreinir sum klassiskur tónleikur, jazzur, vísusangur eru eisini vælvið.
Hesi mongu mentanartiltøk eru vorðin møgulig í einum góðum samstarvi við t.d. Norðurlandahúsið. Summartónar og Fólkatónleikarastevnuna. Uppmøtingin hevur sum heild verið góð. Vanliga eini 15-20 fólk, viðhvørt upp í 50-70 fólk. Tónleikarar hava latið væl at akustikkunum umborð og hava verið glaðir fyri at framføra í einum so serstøkum umhvørvi, sum ein umbygd skipslast nú einaferð er. Ein virkin ferðaleiðari (Sámal Bláhamar) hevur enntá skýrt skipið »eitt mini-Norðurlandahús« - eitt heiti, ið Felagið Høganes er errið av!
Fólk eru ofta komin langvegis frá at lýða á. Mest kenda úr Eysturoynni, men eisini úr Sundalagnum og Suðurstreymi. Hvussu er so vorðið við møguleikunum fyri mentanarframførslum í Eysturoy yvirhøvur?
Framførslustøð í Eysturoy
Allar kommunur í Eysturoy hava skúlar, ið javnan verða nýttir til konsertir, framsýningar og ymsar aðrar framførslur. Her kunnu kanska serliga nevnast Fuglafjørður, Skála, Runavík, Toftir og Oyrarbakki (lesarin biðist orsaka, um onkur skúli kennir seg lopnan um - hetta er mest av ókunnleika hjá greinskrivara). Eisini verða tær ymsu ítróttarhallirnar nýttar til størri konsertir - har stór mannfjøld kemur saman.
Bygdin Strendur hevur prýðiligt bygdarhús, ið regluliga verður nýtt sum biografhøli; men her koma tíðun fyri forvitnisligar konsertir, við tónlistafólki úr ymiskum londum. Í Runavík hevur sluppin Høganes leingi verið ein miðdepil fyri mentanarframførslum, og nú hevur Runavíkar Býráð eisini tikið upp henda tátt við frálíkum framførslum í Býráðssalinum. Í Gøtu hevur tónleikasamtakið Grót, fast tilhald í Losjuni. Her er rættilig gongd komin á at skipa fyri konsertum við ymiskum kendum sum ókendum tónleikabólkum úr Eysturoy. Í Fuglafjarðar Kommunu liggur ein spildurnýggj, stór og góð høll við Studentaskúlan á Kambsdali. Tá ið henda høll hevur fingið akustiskar ábøtur, er at vænta, at hon verður flaggskipið til mentanarframførslur í Eysturoy.
Útlagnir fuglfirðingar stríðast við at gera hábærsliga skipið »Kyrjastein« til savn og kanska samkomustað í Fuglafirði. Hetta arbeiði er drúgt. Fer tað at eydnast, kann enn eitt spennandi stað leggjast aftrat framførsluhølunum í Eysturoy. Eitt annað stórt aktiv fyri alla Eysturoynna er komandi Sjónleikarhúsið í Fuglafirði. Her er at vóna, at hetta megnarhús skjótt kann gerast liðugt og vera við til at fáa gongd á tað kanska nakað sovandi sjónleikalívið í oynni.
Á Oyrarbakka stendur vælútgjørda bygdarhúsið Eydnan. Eitt hitt mest virkna húsið til sjónleik; men aðrar framførslur koma eisini javnan fyri.
Kirkjukonsertir er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í oynni. Kirkjulig ella onnur trúarlig kórverk við lokalum kreftum hava sjálvsagt verið framførd til høgtíðir og aðrar tíðir. Hugsið t.d. um Kór Glyvra Kirkju v/ Símun Nónklett, Kórið í Siloa v/ Eyðun á Lakjuni, Jóhan Mortensen við sínum nýskrivaðu løgum til Dávidsálmarnar o.fl. Men tað, at fremmandir tónleikarar vitja regluliga, er við at vinna frama í stásiligu kirkjunum: Fríðrikskirkjuni og Gøtu kirkju. Hvat annað hevur Eysturoyggin at bjóða íbúgvarum sínum - ella vitjandi uttaneftir?
Gongd er við at koma á varðveitsluna av ymiskum fornminnum.Gøtufólk hava leingi ligið á odda við Blásastovu-bygningunum, ið skjótt áttu at fingið status sum tjóðarsavn. Men eiðisfólk og runavíkingar hava eisini fingið um endan við ávíkavíst teim væl varðveittu Látra-húsunum og fornminnissavninum Forna á Glyvrum. Haraftrat eru privatfólk í ferð við at varðveita »Gamla Handil« og »Neystið« í Runavík.
Við at vitja tey nevndu fornminnastøðini og -bygningarnar kann tann vitjandi so at siga hoyra gomlu tíðina siga hoyra gomlu tíðina siga frá - ja, nærum tala og tóna. Við at vitja tey mongu framførslustøðini í Eysturoy annars, kann tann vitjandi njóta nýggjari og aðrar tónar frá nútíðini. Taka vit saman um, so kann staðfestast, at mentanarlívið í Eysturoy er í støðugum blóma. Í støðum er nógv arbeiði eftir at gera; men sum heild er framgongd, og framfýsni sæst nógvastaðni millum fólkið. Vit eysturoyingar eiga tí við treysti at heilsa nýggja ártúsindunum vælkomin á hesum øki.
Dánjal Petur Højgaard