Aðalfundurin heitir á leiðslu skúlans og Mentamálaráðið at flyta undirvísingina til maskinmeistaraprógv niðan aftur í bygningin undir Krákugjógv innan 1. august 2006.
Vit halda ikki at umstøðurnar hjá teimum lesandi eru nóg góðar í Nóatúni í mun til tær frálíku umstøður, sum vit høvdu áðrenn flytingina í august 2005.
Vit heita eisini á landstýrismannin í mentamálum at svara okkum upp á teir fýra spurningarnar í opna brævinum, dagf. 23. februar 2006.