3. mai byrjar kappingin í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Millum liðini í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini er Grindavík, ið ikki hevur umstøður at spæla heimadystirnar í Grindavík, hetta orsaka av ringu støðuni við eldgosinum.
Nú hevur felagið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík traðka til við einari stórari hjálpandi hond til liðið úr næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Víkingur Reykjavík hevur bjóðað Grindavík at venja og at spæla sínar heimadystir á Safamýra í Reykjavík. Grindavík fer tó at standa fyri at útvega hjálparfólk og starvsfólk í samband við heimadystirnar. Víkingur Reykjavík leggur tó hølið til eina skrivstovu, ið Grindavík kann hava í samband við heimadystirnar á Safamýra.
Í samband við heimadystirnar hjá Grindavík á vøllinum á Safamýra hevur felagið hjá Gunnari Vatnhamar borið so í bandi, at Grindavík fær allan ágóðan av atgongumerkjasølu, og sølu av veitingum í samband við heimadystirnar hjá Grindavík.
Víkingur Reykjavík loyvir eisini Grindavík at hava lýsingar fyri teirra sponsorar framvið vøllinum á Safamýra í samband við heimadystirnar hjá Grindavík.
Í Grindavík eru tey sera takksom fyri, at Víkingur Reykjavík veitir eina so stóra hjálpandi hond: - Eingi orð fáa lýst hvussu takksom vit eru Víkingi fyri hetta stórsinni og vælvild, sigur ítróttarstjórin hjá Grindavík, Þorleifur Ólafsson við Morgunblaðið.
Haraldur Haraldsson, ítróttarstjóri hjá Víkingi sigur, at tað er við stórari gleði og nøgdsemi, at tey hava fingið møguleikan at hjálpa Grindavík at fullføra komandi kappingarár.
Í fjør fekk Gunnar Vatnhamar stóra heiðurin at vinna bæði steypakappingina og meistaraheitið við Víkingi Reykjavík. Men hann kann vera enn meira errin av tí vælvild hansara felag sýnir Grindavík. Slíkt eru søgur sum gera fótbóltin vakran.
##med2##