Áhugabólkurin Livilig kor á Tvøroyri hevði stovnandi aðalfund 21. apríl í Miðnámskúlanum í Suðuroy.
Felagið “Livilig kor” varð stovnað og nevnd vald. Tær fýra, ið eru valdar í fyrstu nevnd felagsins eru Agnes Mols Mortensen, Rósa Heinesen og Lív Næs. Tiltakslimur er Emilia Petersen. Nevndin hevur skipað seg við Rósu Heinesen sum forkvinnu, Lív Næs sum skrivara og Agnes Mols Mortensen sum kassameistara. Takk til tykkum, sum møttu á fundinum, fyri viðkomandi spurningar og gott orðaskifti.
Endamálið hjá felagnum “Livilig kor” er at virka til frama fyri einum livandi, fjølbroyttum, burðardyggum og fevnandi samfelagi. Áhugafelagið heldur fram við tí arbeiði, sum áhugabólkurin hevur arbeitt við seinasta hálvt annað árið, nevniliga at verja borgarans grundleggjandi rættindi og framtíðar møguleikar, sum kunnu roknast við at verða skerd og ávirkað neiliga vegna ætlan hjá stórari fyritøku og kommunu at staðseta uppaftur meira stóran og dálkandi ídnað í bústaðarøki.
Lítandi frameftir miðar áhugafelagið Livilig kor eftir at virka fyri betri økis- og kommunuplanlegging og at fylgja reglunum í Umhvørvisverndarlógini til frama fyri allar føroyingar. Á Facebook síðuni “Livilig kor” frættist nærri, hvussu limir kunnu tekna seg, skrivar nevndin í tíðindaskrivi.