Felagskvotan um at verða uppi

Felagskvotan á makreli hjá ísfiskatrolarum, er um at verða uppfiskað.

 

Makrelveiðan er galdandi í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi.

 

Felagskvotan var sett á 19,468 tons og higartil eru fiskaði 18,233 tons. Tað merkir, at eftir eru 1,235 tons.

 

Hvørt skip, ið hevur eitt fiskiloyvi til makrel felagskvotuna, hevur eina hámarkskvotu á 1947 tons.