Felagssangur í besta veðri

Klokkan 22 byrjaði felagssangurin í Nólsoy, sum nólsoyingar sjálvir stóðu fyri.

 

Og sum nakað nýtt, vóru Hilmar Jan Hansen og Jákup Veyhe við á pallinum og undirhildu, og tað var nakað, ið lýkaði stóru fjøldini væl.

 

Av tí sama gjørdist sangurin nakað drúgvur, tí hann var ikki liðugur fyrr enn á miðnátt, men tað dámdu teimum mongu, ið vóru sanað sama á Nýggjaveg, væl.

 

Við í skemtinum vóru bæði bispur, Heri Joensen, Niels Pauli Danielsen og fleiri aðrir kendir og prominentir persónar.

 

Eftir felagssang í tveir tímar var endað við Nólsoyarsanginum, Hygg oyggin har liggur, og so varð stóra fýrverkið skotið av til stóra fragd fyri alt stevnufólkið.

 

Nú klokkan 24.00 byrjar dansurin í Royndarhúsinum og í Tjaldinum á Klivum, og klokkan 01.00 fara teir báðir, Signar í Hormum og John Johansen, at spæla í mattjaldinum á keiini.