Ferðafólkini fingu boð um at seta har afturi fyri at tryggja javnvágina í flogfarinum, sum skuldi úr Malorca til Bretlands við 186 ferðafólkum 71 ferðafólk, sum skuldu av Mallorca til Newcastle í Bretlandi við einum flogfari hjá flogfelagnum Thomas Cook, sýttu fyri at fara við. Orsøkin var, at ferðafólkini fingu boð um at seta seg har afturi í flogfarinum fyri at tryggja flogfarinum javnvág, skrivar blaðið Daily Mail í dag.
Sambært flogfelagnum fekst hurðin á aðrari síðuni á flogfarinum ikki upp. Tí var neyðugt at koyra alt viðførið inn tann vegin, og tað gjørdi, at flogfarið bleiv ov tungt framman.
Ferðafólkini fingu tí boð um at seta seg har afturi fyri at fáa javnvág í. Men 71 av teimum 186, sum skuldu við flogfarinum, søgdu nei, og tí vóru bara 115 ferðafólk við flogfarinum, tá tað setti seg í Newcastle, skrivar Daily Mail.