Fiskaflutningur
Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, fer at seta Eyðuni Eltør, landsstýrismanni, ein munnligan fyrispurning um flutning av feskum fiski.
Løgtingskvinnan spyr, nær tað verður eitt krav, at frárensluvatn frá flutningsakførum, sum flyta feskan fisk millum oyggjarnar, ikki longur má leka úr hesum akførunum?
Í viðmerkingum sínum, vísir Rúna á, at reglurnar fyri flutningi av alifiski eru strangari enn fyri flutning av fiski annars.
- Í reglunum um alifisk, verður kravt, at alt frárensluvatn verður uppsamlað í tangar og seinni sóttreinsað vegna smittuvanda.
Løgtingskvinnan sigur, at í kunngerð um flutning av fiski annars er bert galdandi, at "flutningsbilar til flutning av fiski, fiskavøru, ísi ella salti skulu vera lokaðir".
Kravið um lokan forðar tó ikki fyri, at frárensluvatn kann renna frá bilunum.
Á hinari síðuni er tað út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði eitt krav, at bræðingarvatn og onnur væta frítt kann renna frá.
- Tað er tó ógvuliga óheppið, tá ið frárensluvatnið rennur niður á dekkið á ferjunum, har ferðafólk eisini eru, tí hetta er til stóran ampa fyri bæði ferðafólk og manning.
Rúna vísir á, at fiskavatnið dálkar illa, og tá ið tað javnan kemur fyri, at nærum alt dekkið flýtur í hesum vatni frá fiskabilum, er roykurin ramur um skipið.
- Tá ið vit sum føroyingar mangan halda støðuna vera ótespiliga, er ikki ilt at
gita sær, hvat útlendingar, sum ferðast millum oyggjarnar við strandfaraskipunum, munnu hugsa um skilið, sigur hon.
Lóg ella kunngerð
Í viðmerkingum sínum minnir løgtingskvinnan eisini á lýsing frá landslæknanum, har hesin sigur, at fiskur og slakt frá seyði mugu haldast atskild, tí fiskur kann bera botulismubakteriuna við sær.
- Tí er neyðugt, at tiltøk verða sett í verk sum kunnu forða fyri, at ótespiliga og ikki smittuleysa fiskavætan verður borin í land.
Hon vísir á, at Strandfaraskip Landsins hava flutningsakfør til fiskaflutning, har frárensluvatn verður uppsamlað, men meginparturin av fiskinum verður ikki fluttur við hesum bilum.
Rúna heldur, at tá ið alivinnan megnar at lúka ásettu krøvini um vatntættar bilar, hevði óivað verið møguligt hjá fiskivinnuni at lokið somu krøv.
- Men so leingi, hetta ikki er eitt krav, verður støðan neyvan broytt.
Hon heldur, tað hevði verið ynskiligt at fingið reglar um uppsamling av frárensluvatni frá fiskabilum, antin við lóg, kunngerð ella sum eitt krav frá Strandfaraskipum Landsins.
- Strandferðslan hevur reglar umborð á skipunum, sum ferðafólk og bilførarar mugu lúka. Tí mátti tað ikki verið ómøguligt at sett krøv til flutningsakfør um, at frárensluvatn ikki má renna niður á dekkið.
At enda vónar Rúna Sivertsen, at landsstýrismaðurin skilir trupulleikan og ger nakað við málið sum skjótast.