20.053 ferðafólk ferðaðust umvegis Vága Floghavn í maj. Hetta er ein vøkstur uppá 7.6 % samanborið við maj 2013.
Tað er sjón fyri søgn at alsamt fleiri ferðafólk ferðast umvegis flogvøllin í Vágum. Higartil í ár hava 81.326 ferðafólk ferðast umvegis flogvøllin. Hetta eru 6527 fleiri enn um somu tíð í 2012. Samlaði vøksturin er sostatt 8.7 %.
Vága Floghavn hevur ongantíð áður uppliva slíkan vøkstur í ferðafólkatalinum áður, og fegnast sjálvandi um gongdina í ferðafólkatalinum. Nógv tann størsti parturin av vøkstrinum er sostatt á vanligu rutunum hjá Atlantic Airways á serliga Keypmannahavn, Billund og Reykjavík.
- Tað er ongin ivi um at ein lægri ferðaseðlaprísur økir um hugin hjá føroyingum at ferðast uttanlanda og økir um hugsa hjá útlendingum at ferðast til Føroyar. Atlantic Airways hevurt lýst fleiri pláss til sølu í ár, og tað sær út til at fólk eisini keypa tey plássini. Nógv bendir á at pláss til at økja um útboðið enn meira, tí at mangan koma og fara flogførini útseld, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.
Enn skal eitt sindur til, áðrenn Vága Floghavn kann staðfesta, um hetta verður besta ferðafólkaárið hjá felagnum nakrantíð, men heldur vøksturin áfram, so er nógv sum bendir á, at tað verður møguligt at sláa meti frá 2012, tá ið alt 225.532 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn.
Fyri stuttum lendi Airbussur nummar tvey hjá Atlantic Airways í Vágum fyri fyrstu ferð; og í dag (5. juni) boðaði Statoil frá, at tey fara at bora ikki minni enn tveir brunnar í 2014. Saman við byggingini av nýggjari farstøð og tænastubygningum, má sigast at tað hendir nógv á flogvøllinum í Vágum komandi tíðina.