Ferðafrásøgn: Bukaðir í Bolzano

(4. og seinasti partur) Um revsingina hjá føroyska fólkinum

3. partur endaði við, at Italia gjørdi bart og vann 29-28 á Ukraina. Klokkan er níggju um kvøldið og venjaratoymið ætlar sær heim á gistingarhúsið. Sonni Larsen og Jeppe Borch, landsliðsvenjarar, stríðast við at fáa eitt avrit av dystinum, tí Føroyar skulu í annaðkvøld spæla móti Italia. Tað gongur illa og teir fara tómhentir heim.

 

Vit eru tríggir, sum velja at ganga stutta teinin heim á Premstellar gistingarhúsið. Eg, málmansvenjarin, Dejan Lačok, og liðleiðarin, Petur Sivertsen. Býráðið í Bolzano hevur ikki tikið hædd fyri túrinum, tí tað er nærmast hættisligt at ganga, tí ongin gongubreyt er helmingin av vegnum. Tað er myrkt og eg má tendra ljósini á fartelefonini, so vit tríggir ikki andast í eini takling frá einum mótkoyrandi bili.

 

Onkuntíð fyrikoma nøvn, sum ikki eru líkatil at úttala. Eg minnist at eg eina ferð leypi málmansvenjaran um, tá eg nevni venjararnar. Eg fór at ivast hvussu eg skuldi úttala navnið. Nú spurdi eg hann bara. Dejan “La-tjokk”. Hann geiðir mær frá, at tað eru fleiri sløg av C á serbiskum. Hann greiðir eisini frá tíðini, tá hann kom til Føroya at spæla við mansliðnum hjá Tjaldrinum. Fittur maður, sum tosar væl føroyskt.

 

Liðleiðarar blíva mangan snúningspunktið á einum liði. Soleiðis er eisini við Peturi Sivertsen. Hann er eisini liðleiðari hjá H71. Hetta er fyrstu ferð, at hann er við landsliðnum. Flent verður eftir onkrari uppgerð við heldur margháttligu fólkini á gistingarhúsinum, men hann livir upp til allar fordómarnar um ein liðleiðara. Drønar runt millum spælararnar, fyri at halda skil á. Altíð í gongd.

 

Hæddarskrekk

Leygardagurin er stóri dagurin, tá Føroyar skulu spæla móti Italia. Dysturin er ikki fyrr enn klokkan 20:45, so tíðin skal brúkast til okkurt. Fyrraparturin fer til eina stutta útferð, har liðið roynir kaðalbeytina í býnum. Onkur hevur hæddarskrekk, men tað gongur nú bara væl.

 

Helgi Hoydal er við á túrinum, men hann er dekan ov djarvur, tá hann ætlar sær við á gongutúrin. Hann er á høkjum og má skjótt geva skarvin yvir. Hóast hann er hondbóltsspælari, so halda hendurnar ikki til eina gongutúr saman við hinum.

 

Spælararnir fáa ein bita, áðrenn farið verður niður av fjallatoppinum. Allir spælararnir eru í sama vogni. Eg nái akkurát at hugsa, at tað var kanska ikki so smart, um okkurt skuldi hent, so eru vit komnir vegin fram. Trygt og gott, og eini 100 Instagram myndir seinni.

 

Italskur blíðskapur

Komin aftur á gistingarhúsið fara spælararnir í holt við taktik, hvíld og mat. Tað er long tíð til dysturin byrjar, so ein túrur í býin tiltalar. Upplivingin higartil er, at tað er torført at fáa fatur á einum taxa. Tú skal ringja til ein automatiskan telefonsvarara, men hann er bara á italskum. Tí er skilabest at bíleggja í móttøkuni á gistingarhúsinum.

 

Tað eru trý konufólk, sum arbeiða á gistingarhúsinum. Ein smílandi og tvær, sum ikki lata við seg koma. Ein teirra situr við móttøkuna. “Un minutto”, sigur hon. Tíggju minuttir seinni kókar millum oyrini, men hon situr bara í sínum egna hugaheimi. Tosar í telefon og printar út.

 

Tað er ikki fyrr enn fyrrnevnda myndakvinnan hjá italska hondbóltssambandinum, Isabella Gandolfi, kemur framvið, at tað eydnast at fáa boðini fram til móttøkuna. – Eg haldi her hevur verið ein misskiljing, roynir Isabella at greiða mær frá, tá hon hevur tosað við súru damuna í móttøkuni.

 

Tað ber til – ella ikki

Í høllini er lagið gott – og tó. Bussurin, sum hevur koyrt føroyska liðið til hinar báðar dystirnar, er ikki tøkur hetta kvøldið. Heldur kemur ein lítil bussur eftir føroysku spælarunum. Tað fær Sonni Larsen til at melda kríggj í samrøðu stutt undan dystarbyrjan. Hann heldur, at vertirnir drilla okkum.

 

Høllin er næstan full og tað er spennandi at sita á síðulinjuni, tá dysturin verður bríkslaður í gongd. Føroyska liðið er væl við, men vit brenna upplagdar málmøguleikar. Í hálvleikinum eru trý mál á muni. Tað er full semja um, at vit kunnu spæla við allan dystin.

 

Føroyskur hondbóltur fer nú at prógva, at hann hevur flutt seg. Vit fara at senda eina staðfesting heim til føroyska fólkið. Tað var tað vit væntaðu, men sannleikin bleiv tað mótsatta. Føroyska liðið fer upp í límingini og tapir við 11 málum. Nú er murran, at vit hava langt á mál. Venjarar og spælarar royna at finna eitt andlitsbrá, sum passar til, men hóast orðini eru positiv, so er vónbrotið at síggja á kropsmálinum.

 

Fólksliga revsingin

Eg havi nú verið við landsliðsítrótti í fleiri ár. Eitt afturvendandi er, at spælararnir leggja nógv í reaktiónirnar heima úr Føroyum. Eg upplivi tað á A-landsliðnum, U17 landsliðnum sum var til EM og á U21 landsliðnum, sum var í Algeria.

 

Serliga U21 landsliðið gleddi seg til ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum, tá teir blivu heiðraðir í Vágsbotni frammanfyri fleiri túsund fólkum. Tað var tað teir gleddi seg mest til við at koma heim. At vísa tjóðini, at teir hava framt eitt megnar avrik.

 

Av tí sama, so tykist tað sum, at spælararnir eisini øtast við reaktiónirnar, tá tað gongur illa. Hesa ferð eru kritiskar røddir frammi í Føroyum, og tey boðini koma eisini til Italia. Tað er vert at hugsa um, at fólksins dómurin hevur so stóra ávirkan á spælararnar.

 

Góðamorgun og farvæl

Sunnudagin er morgunmatur klokkan 10, men fleiri av spælarunum velja at sova so leingi, sum teir kunnu. Bussurin koyrir klokkan 12. Tríggjar tímar seinni er bussurin á flogvøllinum og nakað út á kvøldið, brestur Ryanair-flúgvarin niður í Kastrup. Sigst orsaka av vindi. Onkur av spælarunum er ikki heilt tryggur við at flúgva, men alt spælir væl av.

 

Onkrir fara av í Danmark, meðan nakrir yvirnátti í Keypmannahavn, og flúgva so víðari til Føroya mánadagin. Vesturi á flogvøllinum er kalt og vindur, tá Atlantic Airways lendir. Fleiri familjur eru komnar at taka ímóti spælarunum. Størsta logistikk-uppgávan er at fáa allar taskurnar við til Havnar, so liðleiðarin kann fáa alt upp á pláss.

 

Hetta skuldi verða ein góð byrjan upp á nýggja hondbóltslandsliðið. Tað bleiv tað ikki heilt, men heldur blívur talan um eina byrjan. Allir tankar, um at føroyska liðið hevði hoppa fyrsta trin um, verða skotnir í senk í seinna hálvleiki móti Italia.

 

Føroyskur hondbóltur hevur nú eina uppgávu, at lyfta seg upp á eitt hægri stig. Tað inniber, at øll í felag gera sín part eitt sindur betri. Spælarar, venjarar, nevndir, stuðlar, áskoðarar, foreldur, vinir og politikkarar.

 

Hetta er so fjórða og seinasta ferðafrásøgnin frá HM-undankappingarluttøkuni hjá føroyska manslandsliðnum í Bolzano í Italia. Vit hava langt á mál, men nú er ferðin byrjað.

 

Tróndur Arge – Bolzano, Keypmannahavn og Vágar

 

Ferðafrásøgn út Italia:

 

1. partur: Úr Føroyum til Bolzano

2. partur: Einki Wi-Fi

 

3. partur: Shit teir eru stórir