Mánakvøldið 14. mai kl. 20 skipa føroyska ferðaskrivstovan ”Tora Tourist Traffic” og ferðaleiðaraskúlin ”Service & Co” í Barcelona fyri Ferðaleiðarakvøldi í Miðlahúsinum.
Á ferðaleiðarakvøldinum í Miðlahúsinum mánakvøldið 14. mai fer Súsanna Gunnarsson frá ferðaleiðaraskúlanum hjá ”Service & Co” í Santa Suzanna, nærhendis Barcelona í Spania, at greiða frá um skúlan.
”Ferðaleiðaraskúlin ”Service og Co” upplærir ferðaleiðarnar til tey størstu og mest væl umtóktu ferðaliðini í øllum Skandanavia.
Og í tí sambandinum hevur tú sum føroyingur eitt sterkt kort á hondum, tí føroyingar eru væl umtóktir, tá tey stóru ferðaliðini seta starvsfólk til at átaka umráðandi tænastuuppgávurnar úti á ferðastøðunum.
Føroyingarnir eru væl umtóktir, teir hava góð viðurskifti til tey Skandanavisku málini. Teir kunnu tosa við øll og skilja danskt, norskt og svenskt, og tað er ein fyrimunur hjá teimum stóru ferðaliðunum
Service og Co. er tann einasti ferðaleiðaraskúlin, sum við ”garanti” kann bjóða arbeiði til allar teir góðkendu næmingarnar. Tað merkir, at um tú verður góðkendur, so kanst tú síggja fram til eitt spennandi arbeiði í útlondinum, sigur stjórin í ”Service og Co” Chris Wager.
Súsanna er 24 ár gomul og fødd í Havn. Síðan 1994 hevur hon búð á Bømlo í Vesturnorra. Liðug við framhaldsskúlan var hon eitt skifti í USA og eitt skifti í Føroyum.
Súsanna hevur, eins og fleiri aðrir føroyingar, gingið á ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co. og síðan var hon eina sesong ferðaleiðari fyri charterfelagið Appollo á Kreta.
Nú hevur Súsanna fingið starv sum lærari á ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co. í Barcelona. Seinastu tíðina hevur hon verið í Spania fyri betur at læra seg málið, og fyrireika seg til starvið sum lærari. Hon byrjar í tí starvinum í heyst.
Skúlin er stórur og vælkendur. Fleiri enn 4.000 næmingar hava tikið prógv á skúlanum, síðan hann varð stovnaður í 1999.
Í Føroyum er tað Tora Tourist Traffic v. Sámal Bláhamar, sum umboða ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co. í Barcelona. Sámal hevur drúgvar royndir um ferðaleiðari og sjálvur gekk hann á hesum skúla í 2002.
Í miðal avgreiðir Tora Tourist Traffic 14 úfterðir um vikuna alt summarhálvárið. www.tora.fo