##med2##
Í dag var trekt lut til undankappingina til EM í 2022, og Føroyar endaðu í bólki 3, har manslandsliðið skal royna seg ímóti Russlandi, Ukraina og Kekkia.
Liðini spæla tveir dystir ímóti hvørjum øðrum, og tvey tey fremstu spæla seg í endaspælið.
Triðfremsta liðið spælir seg í endaspælið, um úrtøkan er millum tær fýra bestu av teimum átta bólkunum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Helgi H. Hoydal, landsliðsspælari, Mark Marcher, U18 manslandsliðsvenjari og Sonni Larsen, landsliðsvenjari høvdu at siga um lutakastið í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal á FM1.
Ferðaliga er ikki talan um eitt so hugaligt lutakast við longum ferðum til Ukraina og Russlands, staðfesta menn.
Hinvegin halda menn, at ítróttarliga er ikki talan um tey mest torføru mótstøðulini frá teimum trimum ovaru styrkisbólkunum.
Tað sum nívir menn mest er, at tað sær svart út við at fáa leikt heimadystirnar heima í Føroyum. Tað verður ein torfør, men ikki ógjørlig uppgáva at fáa eina endastøðu, ið gevur luttøku í EM-enaspælinum í januar í 2022.
Her sæst alt EM-undankappingarlutakasti. Dystirnir vera spældir millum november 2020 og mai 2021:
Bólkur 1
Frakland
Belgia
Serbia
Grikkaland
Bólkur 2
Týskland
Bosnia
Eysturríki
Estland
Bólkur 3
Kekkia
Russland
Ukraina
Føroyar
Bólkur 4
Ísland
Portugal
Litava
Ísrael
Bólkur 5
Slovenia
Niðurlond
Pólland
Turkaland
Bólkur 6
Norra
Lettland
Hvítarussland
Italia
Bólkur 7
Danmark
Norðurmakedonia
Sveis
Finnland
Bólkur 8
Svøríki
Montenegro
Rumenia
Kosovo