Fiskivinna
Miðskeiðis í vikuni var Chr. í Grótinum á Klaksvík við fullum skipi av svartkjafti. Veiðan, sum øll var fingin í føroyskum sjógvi, vá 2.000 tons; tá er skipið fult undir lúkurnar og kanska eitt sindur meira enn tað.
Skipari hendan túrin, var klaksvíkingurin, Hans Klakkstein. Hann er vanliga fyrsti stýrimaður umborð, meðan Jón Rasmussen er fastur skipari. Viðhvørt avloysir Bogi Rasmussen, sum annars førir Norðborg, og onkuntíð er eisini reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, á brúnni á Christiani í Grótinum. Kristian Martin loysir eisini av umborð á Norðborg.
Hendan túrin fingu teir ikki allan fiskin undir lúkurnar umborð á Christiani í Grótinum.
- Tað var stuttur vegur at sigla av fiskileiðini, og veðrið var gott. So, hetta var eingin trupulleiki, sigur Hans Klakkstein.
Hann vísir á, at tá ið teir royna eftir svartkjafti, er ikki altíð, at alt tað seinasta hálið fæst undir lúkurnar.
- Hendan túrin fingu vit millum 300 og 350 tons um døgnið, og tað er hampiligur
fiskiskapur. Seinasta hálið var tað besta; tá fingu vit sløk 400 tons.
Fingu alt í før-
oyskum sjógvi
Hans sigur, at tá ið teir byrjaðu hendan túrin, royndu føroysku skipini í íslendskum sjógvi, og tað ljóðaði ikki frá nógvum.
- Vit kastaðu tó í íslendskum sjógvi, men tað gav einki. Fiskurin flutti seg rættiliga nógv tey fyrstu trý samdøgnini eftir, at vit vóru útkomnir. Tað endaði við, at vit fingu uppí skipið einar 25 fjórðingar inni á føroyskum øki. Vit fiskaðu í stívliga seks samdøgur tilsamans.
Hans sigur, at fiskiskapurin er nýtiligur, tá ið nótaskipini kunnu gera ein túr um vikuna.
- Ofta er tað soleiðis, at onkur góður dagur bjargar túrinum, men liggja dagarnir um 300-400 tons, er fiskiskapurin góður. Svartkjaftafiskiskapurin kann vera rættiliga skiftandi. Viðhvørt fæst uppí skipið eftir 2-3 døgum, og viðhvørt tekur tað eini 8-9 samdøgur at fylla skipið, sigur hann.
Hini skipini, sum eru á føroysku svartkjaftaleiðini í løtuni, eru Krúnborg, sum júst er komin á fiskileið, Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt nakrar dagar og síðan Næraberg, sum virkar svartkjaftin umborð.
Krúnborg var á Fuglafirði fyrr í hesi vikuni við fullum skipi.
Christian í Grótinum byrjaði nýggjan túr á middegi hósdagin.
Mynstrið broytist
Hans Klakkstein sigur, at ymiskt er, hvussu svartkjafturin ferðast, tá ið hann er um okkara leiðir.
- Gongdin er ongantíð hin sama. Einki ár er mynstrið eins.
Hann vísir á, at hesa tíðina í fjør fekst nógvur svartkjaftur á Munkagrunninum, og nú fæst hann vestur ímóti markinum.
- Einar 3 vikur herfyri var einki at fáa, men beint undan hesum, var væl at fáa í ein landnyrðing úr Fugloynni. So, tað er ilt at siga, hvar og nær svartkjaftur er at fáa, tí ferðamynstrið og fiskiskapurin eru so skiftandi
Hans Klakkstein vónar, at Christian í Grótinum fær einar 3-4 túrar aftrat, áðrenn farið verður á makrel-ella sildaveiði.