Fer at koma býráðnum í Havn aftur um brekku

? Tórshavnar Býráðið skal ikki sleppa snikkaleyst burturúr at fara soleiðis við starvsfólki sínum, sum tey hava gjørt, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum

Starvsfólkapolitikkur

? Hetta skal Tórshavnar Býráðið ikki sleppa snikkaleyst burturúr!
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, er rættiliga avgjørdur, tá ið vit hittu hann í telefonini í gjáramorgunin.
Hóskvøldið var hann vitni til eina viðgerð í býráðnum í Havn, sum hann kallar heilt ófatiliga langt úti.
Á býráðsfundinum hóskvøldið samtykti meirilutin í Tórshavnar býráð nýggjar reglar fyri starvsfólkini, sum vit greiða frá í hinari greinini her á síðuni.
Í stuttum ganga hesar reglarnar út uppá, at fara starvsfólk hjá býráðnum privat ørindi í arbeiðstíðini, skulu tey dragast í løn.
Sum dømi um privat ørindi varð nevnt, at fara tey til lækna ella til tannlækna í arbeiðstíðini, skulu tey dragast í løn.
Og skulu tey at fylgja líki, verða tey eisini drigin í løn, uttan tá ið talan er um næstu skyldfólk.
?Hvør skal avgera, hvør eru næstu skyldfólk, spyr Gunnleivur Dalsgarð. Tað eru so nógv, sum mugu sigast at vera næstu skyldfólk, uttan at hava pappír uppá tað, sigur hann.
Hann sigur eisini, at tað er ein elligomul, føroysk siðvenja at fólk vísa teimum sum fara virðing, uttan at verða drigin í løn fyri tað.

Sleppa ikki snikkaleyst
Starvsmannafelagið metir, at hesar reglarnar eru so stórar bróytingar í arbeiðsviðurskiftunum, at talan er um sáttmálabrot.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað er eisini brot á gamla siðvenju, sum starvsfólkini hava rætt til, hóast tey ikki eru niðurfeld í sáttmála.
?Talan er um gamlar siðvenjur, sum ætlanin er at broyta so at tað fer at fáa fíggjarliga avleiðingar fyri starvsfólkini. Hetta er tað mest álvarsliga í øllum málinum, tí gamlar siðvenjur kunnu ikki broytast einvíst.
Hann leggur eisini dent á, at Tórshavnar Býráð skal ikki sleppa snikkaleyst burturúr hesum her at broyta viðurskiftini hjá starvsfólkunum, uttan at spyrja tey eftir.
? Tað hava vit sagt fyrr og tað standa vit við, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Men í løtuni vil hann ikki útgreina hetta meiri.
Hann vísir kortini á, at Starvsmannafelagið er ikki einasta fakfelag, sum hevur fólk í starvi í býráðnum og hann leggur esini afturat, at tað verður arbeitt við málinum.
Hesi feløgini fara nú at tosa saman fyri at vita, hvat gerast skal.
? Samstundis sum starvsfólkið í býráðnum verður skammróast, sleppa tey ikki at vera við til at leggja síni viðurskifti til rættis og tað fer at koma býráðnum aftur um brekkur, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann leggur afturat, at viðgerðin í býráðnum hóskvøldið vísti týðiliga, at býráðslimirnir í býráðnum eru viljaleys amboð í hondunum á býráðsformanninum.
Sí eisini greinina "Býráðslimir í Havn reyvrendir"