Fer at raka ungdómin og verkafólkið sera hart

? Verður tilmælið hjá einum arbeiðsbólki hjá landsstýrinum sett í verk, fer tað at raka verkafólkið og tey ungu harðast, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag

Skattur og avgjøld

? Hetta fer at fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri okkara ungdóm.
Dómurin hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag yvir tilmælið, sum ein arbeiðsbólkur undir Fíggjarmálaráðnum hevur handað landsstýrinum, er greiður og eirindaleysur.
Fíggjarmálaráðið setti fyri tíð síðani ein arbeiðsbólk at kanna mvg og avgjøld og at gera eitt tilmælið til landsstýrið um broytingar.
Tilmælið er nú komið og tað er síðani send ymsum feløgum til ummælis.
? Verður tilmælið frá arbeiðsbólkinum fylt, fer tað at raka tey, sum eru ringast fyri frammanundan, nevniliga tey ungu og verkafólki, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag í eini felags viðmerking um málið.

Àlvarsligar avleiðingar fyri ungdómin
Eitt tilmæli, sum arbeiðsbólkurin mælir til, er at nú skal mvg eisini gjaldast av arbeiðslønum í samband við húsabygging.
? Hetta er sera lítið umhugsað, tí hetta fer at fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri okkara ungdóm, sum skal seta búgv, og tað er óskiljandi, at arbeiðsbólkurin als ikki tykist at hava hugsað um hesar avleiðingar.
? Arbeiðslønin at byggja eini sethús er vanliga 400.000 til 600.000 krónur og skulu tey, sum byggja, nú eisini gjalda mvg av arbeiðslønini, fer tað sostatt at føra við sær, at eini hús verða 100.000 til 150.000,00 krónur dýrari at byggja.
Arbeiðsbólkurin sigur, at tey sum byggja, vinna ein part av hesum innaftur við tað, at ætlanin er eisini, at punktgjøld skulu takast av hvítvørum og útvarps- og sjónvarpstólum.
? Tað er átaluvert, at einki verður nevnt um, at útreiðslurnar til vanligar hvítvørur eru rættiliga nógv lægri enn útreiðslurnar til arbeiðsløn. Samanumtikið verður talan sostatt um eina munandi útreiðsluøking hjá teimum, sum byggja, siga tey bæði verkafeløgini.
? Hendan útreiðsluøking fer í stóran mun at raka tey, sum frammanundan eru ringast fyri fíggjarliga, tí ein tílík øking hevur ikki somu ávirkan á eitt húski, sum hevur eina inntøku upp á 700.000 - 800.000 krónur um árið, sum tað hevur á eitt húski, sum bert forvinnur 200.000 - 300.000 krónur um árið.
? Enn meira asosialt verður tilmælið, tá vit kunnu staðfesta, at familjan við hægru inntøkuni har-umframt fer at fáa størri fyrimun av ætlaða skattalættanum, sigur Føroya Arbeiðarafelag

Ein duld roynd at hækka skattin
Felagið sigur, at tað hevur somu hugsan um tilmælið um at nú skal mvg eisini leggjast heilivág.
? Aftur her verður tað tey, sum frammanundan eru ringast fyri, sum fara at merkja sviðan av hesari útreiðsluøking. Enn meira ivasom er ætlaða broytingin, tá talan eisini í nógvum førum er um fólk, sum eisini dragast við heilsutrupulleikar, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
Annars tekur Føroya Arbeiðarafelag sum heild undir við, at umhvørvisgjald, ella grønt avgjald, verða lagt á dálkandi virksemi.
Men hetta eigur ikki at raka arbeiðsfólk, sum eru noydd at koyra í egnum bili til og frá arbeiði.
Tey bæði verkafeløgini eru sannførd um, at veruliga ætlanin við hesum arbeiðsbólkinum er ein dulda roynd at at økja um inntøkur landskassans, og sostatt eisini at herða skatta- og avgjaldstrýstinum í samfelag okkara
? Og tað mótmæla við staðiliga, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag.
Sí annars viðmerkingarnar frá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag í fullum líki á síðu 13.