Fer at regna seinnapartin

Her er fimmdaga veðurforsøgnin frá DMI.

 

Ein hitabrúgv kemur inn yvir Føroyar av landsynningi í dag, men steðgar sum frá líður upp og viknar. Í næstu viku mennist eitt hatrýst um Ísland, sum eisini gevur støðugari veður í Føroyum

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, í støðum eitt skifti hvassur vindur, 15 m/s. Skýggjað og út á dagin regn av landsynningi. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn ella sirm, men um náttina yvirhøvur turt. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar og um náttina verður lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og fyrst skýggjað, men seinni klárar í, tó verður møguliga mjørki í støðum. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður turt og sólin sær. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 5 og 7 stig. Lítið lot til gul av ymsum ættum ella vesturætt.

 

Hósdagin verður turt og sól. Hitin millum 5 og 8 stig og lot til andøvsgul, yvirøhvur av landnyrðingi og norðri. Um náttina frískar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Fríggjadagin verður enn meiri skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum 3 og 7 stig. Andøvsgul upp í ein strúk, men sum frá líður makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s.

 

Veðurforsøgnin frá yr.no er at finna her.