Ferðavinnan kann fáa óhepnar avleiðingar fyri náttúruna á Svalbard

Minst tvey flogfeløg ætla at økja ferðirnar til Svalbard í summar, men Norska Náttúruverndarfelagið og Greenpeace mæla frá

Ferðavinna

Árni Joensen

arnisosialurin.fo

 

 

Skandanaviska flogfelagið SAS og tað norska Norwegian hava boðað frá, at tey fara at leggja fleiri ferðir til Svalbard inn í summarferðaætlamnina í ár. Men tað fellur ikki í góða jørð allastaðni.

 

-Tað er ikki serliga heppið, at flogfeløgini nú fara at kappast um prísin fyri eina ferð til Svalbard, sigur formaðurin í Norges Naturvernforbund, Lars Haltbrekken, við kringvarpið NRK. Hann ber ótta fyri, at ein veksandi ferðavinna fer at órógva fugla- og djóralívið í oyggjunum.

 

-Svalbard er eitt sera týðandi náttúruøki, og tað er umráðandi, at ferðafólk fáa nøkur mál, sum tey skulu halda, tá tey vitja har, sigur Lars Haltbrekken.

 

Í Greenpeace eru tey heldur ikki serliga fegin um ætlanina at fáa fleiri ferðafólk at vitja Svalbard, sigur Frida Bengtsson, sum er ráðgevi hjá felagsskapinum.

 

-Hetta er ein gongd, sum ikki hóvar okkum. Vit tosa jú um eitt náttúruøki, sum kanska skal hava serliga góða vernd, sigur hon við NRK.

 

 

Órógvar ikki

 

Sum er flýgur SAS til Longyarbýin á Svalbard alt árið, og Norwegian ætlar sær at skipa fyri tveimum ferðum til Svalbard um vikuna í summar. Kunningarstjórin hjá SAS í Noregi, Morten Johansen, sigur, at Svalbard er eitt týdningarmikið ferðamál hjá felagnum. Felagið hevur upp til 13 ferðir um vikuna millum Oslo, Tromsø og Svalbard.

 

-Flúgvingin hevur ikki bara stóran týdning fyri lokalsamfelagið, men eisini fyri ferðavinnuna, sigur Morten Johansen.

 

Í Norwegian halda tey ikki, at teirra summarferðir fara at órógva umhvørvið á Svalbard.

 

-Gistingarmøguleikarnir á Svalbard eru so avmarkaðir, og harafturat eru fleiri tiltøk longu galdandi, so nakrar flogferðir afturat fara ikki at órógva umhvørvið, sigur talskvinnan hjá Norwegian, Anne Grete Ellingsen, við norska kringvarpið.

 

Sýslumaðurin á Svabard, Per Sefland, hevur einki ímóti at fáa fleiri ferðafólk til Longyarbýin. Tvørturímóti.

 

-Tað mugu vit royna at klára. Nógv ferðafólk hava keypt pakkaferðir, sum ber í sær, at tey hava staðkendan ferðaleiðara. Hetta er væl skipað, og higartil hava vit havt fult tamarhald á støðuni, sigur sýslumaðurin við NRK.