Í Frágreiðing um uttanríkispolitikk, sum Jørgen Niclasen uttanríkisráðharri leggur til aðalorðaskiftis á Løgtingi týsdagin, verður millum annað greitt frá, at tað er neyðugt at styrkja ímyndina av Føroyum uttanlands, og víst verður á, at ferðavinnan er ein spjótoddi í hesi stremban.
Uttanríkisráðið hevur sent miðlunum hesa frágreiðing í sambandi við, at Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, fer at leggja fyri tingið til aðalorðaskiftis:
»Gott umdømi hevur alt at siga fyri tjóðir sum fyri fyritøkur og einstaklingar. Umdømið hjá Føroyum uttanlands er sera veikt, ógreitt og mangan ótíðarhóskandi. Okkum tørvar eitt betri tjóðarbrand. Undir heitinum Føroyaframi verður tað virksemi samskipað, ið skal fremja umdømi landsins.
Føroyaframi er meira víðfevnt og djúptøkt virksemi enn einføld marknaðarføring og lýsingarátøk. Tað er at fremja eina sterka og jaliga ímynd, at siga eina hugtakandi søgu, sum kann nýtast til fyrimunar fyri alt tað føroyska samfelagið. Ein slík ímynd fer at gagna fleiri vinnugreinum, so sum ferðavinnu og skapandi vinnur, t.d. sniðgeving, umframt fiskivinnu og kanska serliga fiskaútflutningi. Fyri allar hesar vinnur vil tað vera eitt framstig, um Føroyar fáa eina sterkari ímynd, eitt betri umdømi.
Sjóneykan er á ferðavinnuni av fleiri orsøkum; har er góður møguleiki fyri vøksturi, inntøkurnar í hesi vinnuni kunnu økjast skjótt og nógv, og ferðavinnan er eitt sera væl hóskandi amboð at fremja tær røttu ímyndirnar av landi okkara ? ímyndir av villari og vakrari náttúru, frískleika, eydnusøguna um eitt ríkt og framkomið samfelag við áhugaverdari mentan uttanfyri ytstu landoddar hjá kendu siðmenningini í Evropa o.s.fr.
Henda vinna hevur ment seg nógv seinnu árini. Talið á ferðandi til Føroya er vaksið, samstundis sum tilboðini til tey ferðandi eru vorðin fleiri og betri.
Greitt er, at støðugir karmar og politisk raðfesting eru fyritreytir fyri veruligari menning innan ferðavinnuna sum vinnuøki. Ein yvirskipað strategi fyri Føroyar sum ferðafólkaland eigur tí at verða gjørd, har ið lagt verður upp fyri menning av øllum liðum í ferðavinnuni.
Marknaðarføringin av Føroyum sum ferðamáli skal verða miðvís og strategisk, savnast um 3-4 høvuðsmarknaðir og rættast inn móti ávísum málbólkum fyri at eydnast væl. Landsstýrið hevur samsvarandi hesum sett meira pening av komandi trý árini til at marknaðarføra Føroyar sum ferðavinnuland.
Saman við Ferðavinnufelagnum verður nú gjørd ætlan fyri, hvussu Føroyar verða marknaðarførdar sum ferðafólkaland. Ætlanin vísir, at Danmark er okkara høvuðsmarknaður, og fokusmarknaðirnir eru Ongland, Týskland og Italia. Ætlanin er grundarlagið fyri marknaðarføringini í ár og 2011. Føroyar verða í ferðavinnuhøpi marknaðarførdar undir heitinum VisitFaroeIslands eins og ferðavinnu
myndugleikarnir í grannalondum okkara gera.
Føroyar sum ráðstevnuland og menning av vinnuferðavinnu, gevur meiri inntøkur fyri hvørt ferðafólk pr. dag. Slíkt virksemi liggur oftast uttan fyri vanligu hásesongini, og kunnu hotell, matstovur o.o. tískil hava inntøkur størri part av árinum. Uppaftur ein fyrimunur er, at slíkir gestir av og á knýta áhugaverd sambond við fólk her í landinum, ið kann elva til nýggj samstørv innan ymisk starvs- og vinnuøki.
Gongst ferðavinnuni væl, og tað eydnast at fáa fleiri ferðafólk til Føroya, og eydnast tað samstundis at fáa hesi at leggja meiri pening eftir seg í landinum, gevur tað nógvar ágóðar: Fyrst og fremst beinleiðis inntøkur, men eisini fleiri arbeiðspláss, og tey ferðandi skapa soleiðis grundarlag fyri eini meiri fjølbroyttari matstovuvinnu og upplivingarbúskap yvirhøvur. Tað skapar betur trivnað í landinum, eisini hjá føroyingum sjálvum. Tað ger samfelagið meira áhugavert at liva í, og kann tískil viðvirka til at halda upp á tað unga fólkið og fáa útisetar at hava hug at flyta heim aftur. Trivnaður og virkisfýsni inneftir ? og í samvirkni við vitjandi uttaneftir ? fer at ekkóa úteftir og styrkja eitt jaligt umdømi.«