Eini 400 fólk luttaka á ferðavinnustevnuni Vestnorden Travel Mart, sum Ferðaráð Føroya í hesum døgum er vertur fyri.
Lagt var upp til eina hugnaliga løtu, tá tey fleiri hundrað ferðavinnufólkini hittust í Hoyvík mánakvøldið. Livandi ljós uttanfyri, og livandi tónleikur innanfyri.
Fólk gingu runt og heilsaðust og prátaðu. Nógv kendust, og onkur nýggjur var komin afturat, skiltist. Tó tóktiskt, sum lítið verður tosað um vinnu og vinnuliga avtalur á slíkari samkomu.
Heri Niclasen, stjóri í Ferðaráði Føroya setti stevnuna á samkomuni mánakvøldið. Hann beyð fremmandu gestunum vælkomnum til Føroya og greiddi í stuttum frá, hvat stevnan hevur at bjóða.
Eftir at ferðavinnustjórin hevði sett stevnuna, helt borgarstjórin í Tórshavn, Jan Christiansen, stutta røðu.
Hann beyð vegna vertskommununa eisini fremmandu gestunum vælkomnum og segði eitt sindur um, hvørjar møguleikar Havnin hevur at bjóða. Serliga festi hann seg við tað, sum at stevnuni er knýtt. Eitt nú teir møguleikar, sum finnast við havnarlagið, har Norrøna í hesum døgum liggur sum hotelskip.
Eisini stjórin á Fornminnissavninum, Steffen Stumman Hansen, hevði orðið. Hann greiddi frá savninum og tí, her er at síggja og beyð fólki at hyggja seg um.
Á slíkum samkomum, sum aðrastaðni, har fólk koma saman, verður væl gjørt burtur úr tí, sum í munnin er. Soleiðis var eisini á vælkomusamkomuni hjá Vestnorden Travel Mart.
Hotel Vágar stóð fyri matgerðini, sum var rímiliga siðbundin pinnamatur við ymsum spennandi frávikum, ið líkasum hoyra tí føroyska til.
Eitt, sum fleiri løgdu merki til, var, at á einum av føtunum bar til at smakka súlu. Og so skemtaði sjálvandi onkur við, at nú mundu umboð fyri flogfeløgini bæði, sum røkja regluliga rutuflúgving til Føroya, at fara at meta um, hvør nú átti hesa góðu súlu.