Á ferð eftir føroyskum ferðaleiðarum

Eigarin og stjórin í ferðaleiðaraskúlanum Service & Co, Palle Højsholt, er í Føroyum at bjóða føroyingum útbúgving innan ferðavinnuna. Tað er Sámal Bláhamar, ferðavinnumaður, sum hevur fingið hann hendavegin.

- Tilboðið er ein ferðaleiðaraútbúgving, sum bæði mennir tey ungu og tryggjar teimum arbeiði aftaná, sigur Palle Højsholt.

Á hvørjum ári fáa 380 ungdómar úr øllum Skandinavia prógv frá ferðaleiðaraskúlanum, sum liggur uttanfyri Barcelona. Øll eru tryggjað arbeiði sum ferðaleiðarar aftaná.

Síðstu 15 árini hava umleið 75 føroyingar tikið útbúgving frá Service & Co. Palle Højsholt miðar ímóti at fáa 5-10 føoyingar avstað hesaferð.

Fyrrapartin var stjórin á fundi við Ferðaráð Føroya. Har fekk hann at vita, at tørvurin á ferðaleiðarum økist. Serliga til at taka sær av ferðafólkunum við cruise-skipunum, ið koma hendavegin um sumrarnar. Tørvur er serliga á fólki, ið duga onnur fremmandamál enn enskt.

Í kvøld klokkan 1930 er ferðavinnutiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Har ber til at hoyra meira um útbúgvingina til ferðaleiðara.

Hoyr samrøðu við Palle Højsholt her: