Fer flatskattasøgan at endurtaka seg við avtøkuni av Landsbankanum?

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
---

Tá flatskatturin og pensjónsskattingin vórðu samtykt 23. desember 2011, vórðu málini trýst ígjøgnum Løgtingið. Málið var heilt greitt, at fáa samgongutingfólk at taka undir við hesum, áðrenn tey vistu ov nógv um avleiðingarnar av lógaruppskotunum. Málini vórðu løgd fyri á Løgtingi á fyrsta sinni 6. desember og endaliga samtykt við 3. viðgerð longu 23. desember – bert 17 dagar seinni. Eftir stóðu hópurin av ósvaraðum spurningum og óteljandi áheitanir um nágreiningar og meira fyrireikingartíð. Øll stóðu spyrjandi. Hvat hendir ?
Tað frættist, at sjálvt Løgmaður ringdi til ein og ein samgongutinglim og segði frá, at um tey ikki atkvøddu fyri, so vóru tey ikki partur av samgonguni. Jørgen og Kaj Leo gingu sostatt hond í hond á odda, at trýsta málið ígjøgnum.
Yvir 300 mió. kr. minni í landsskatti
Avleiðingarnar kenna vit øll. Landskassin fær nú langt yvir 300 mió. kr. minni inn í landsskatti í 2012, enn landskassin hevði fingið um flatskattalættin ikki varð framdur.
Samstundis verða góðar 200 mió. kr. í framtíðar pensjónsskattainntøkum brúktar her og nú í 2012. Inntøkur, ið koma at mangla seinni, tá somu pensjónistar ikki skulu rinda skatt – siga Jørgen og Kaj Leo. Veruleikin er tó ein annar, nevnliga at pensjónistarnir tá koma at rinda høg brúkaragjøld ella nýggjar skattir, tí tá pensjónistarnir ikki fara at rinda nakran skatt tá, kemur landið at mangla skattainntøkur til vælferðartænasturnar.
Nú allir pensjónistar ikki skulu rinda skatt í framtíðini, varð alt grundarlagið undir tí semju, ið var so sera nær um eina pensjónsnýskipan, tí eisini undirgravað.
300 mió. kr. frá øllum til tey við hægru inntøkunum
Ein onnur avleiðing er, at á hvørjum ári verða nú 300 mió. kr., ið vit øll eru við til at fíggja, fluttar til tann partin av føroyingum, ið hava hægst inntøkur. Hesir fáa skattalættar á fleiri túsund krónur um mánaðin, meðan føroyingar við lág- og miðalinntøkum hava fingið eina eyka skattarokning umvegis hækkaða pensjónsskattinum á kapitalpensjón úr 35% uppí 40%, og á luta- og lívrentupensjón frá at verða skattað progressivt sum A-inntøka, til at verða skattað sum flatskattur á 40% frá fyrstu krónu.
100 mió. kr. mangla í og skulu nú sparast í vælferðartænastum
Omaná tí heila, so eru minst 100 mió. kr. á muni millum tað, ið fæst minni í landsskatti og tær framtíðar pensjónsskattainntøkur, ið valt verður at nýta í dag. Tí skulu nú munandi sparingar fremjast innan almannaverkið, heilsuverkið, samferðslu, mentan, gransking og á Fróðskaparsetrinum. Eitt nú vil landsstýrið, at fyritíðarpensjónistar skulu spara 10 mió. kr., sjúkrahúsini skulu fremja umfatandi sparingar, eldrasambýli verða umløgd til dagtilhald uttan at heimarøktin verður uppraðfest , Fróðskaparsetur Føroya skal spara 1,5 mió. kr. til verandi virksemi, Mentanargrunnurin verður skorin við 20%, og túratalið til Suðuroyar og Sandoyar verður minkað í 2013.
Fyri hvønn skuldi tað loysa seg ?
Alt orsakað av einum – um tú veruliga hugsar um tað – rættiliga fanatiskum orðataki. “Tað skal loysa seg at arbeiða”. Líknandi orðatøk eru ikki ókend í søguligum høpi. Sjálvandi skulu vit øll kenna á okkum, at vit fáa nakað burturúr tá vit fara til arbeiðis. So hevur altíð verið. Men fyri hesa samgonguna er hetta orðatak eftir øllum at døma bert galdandi fyri tey, sum frammanundan hava góða løn ella frammanundan hava møguleika fyri at arbeiða fulla tíð. Øll onnur, fáa munandi minni enn áðrenn. Samstundis verða grundleggjandi vælferðartænastur okkara nú skerdar og verður neyðugt at siga fólki úr starvi. Nógv munnu standa spyrjandi. Fyri hvønn skuldi tað loysa seg ?
Høgravenda kósin móti minimalstatinum er sett
Ongantíð áður hevur politikkurin verið so høgravendur sum nú – og so skeivur sum nú.
Kósin fram móti minimalstatinum er sett. Fólkaflokkurin ynskir ein so lítlan almennan geira sum møguligt, helst ongan skatt og bert brúkaragjøld. Lunnarnir eru nú lagdir, og vit onnur kunnu bert undrast yvir, at hinir samgonguflokkarnir renna glaðbeintir aftaná. Óskiljandi.
Heldur enn at skapa álit og fáa føroyingar at kenna seg tryggar við framtíðarútlitini, so vøkstur aftur kemur í nýtsluna, virksemið og arbeiðsloysið minkar, so fremur landsstýrið ein øvugtan politikk. Ein, ið fremur misálit og ótryggleika. Tíverri.
Tað er ongantíð ov seint at broyta kós
Men vónin er, at hetta ikki er ein gongd í heldur áfram. Tað er ongantíð ov seint at læra av sínum feilum. Vónandi hevur samgongan lært, at verandi politikkur ikki er álitisvekjandi og skapar ikki ta framgongd, ið vit øll ynskja okkum. Hetta sæst eitt nú av MVG-inntøkunum, ið vísa, at MVG-inntøkurnar frá vanligu húsarhaldsnýtsluvørurunum eru minkaðar í 2012 í mun 2011, hóast prísvøkstur og hóast skattalættar. Hetta sigur ikki so lítið, men samsvarar júst við tað, ið andstøðan hevur víst á frá byrjan, nevnliga at skattalættar til tey við hægru inntøkunum skapa ikki búskaparvøkstur. Ynskir tú vøkstur so eru skattalættar ikki sterkasta amboðið, men skal hetta nýtast, so er at veita lættar til føroyingar við lág- og miðallønum.
Sterkasta amboðið er ein álitisvekjandi og uppbyggjandi politikkur. Privata nýtslan er í dag sera lág. Nýtslukvotan væntast at vera heilt niðri á 82% í mun til 95% vanliga. Um bert føroyingar nýttu sama part av lønini til nýtslu, sum vit gera vanliga, so hevði landið fingið 2-300 mió. kr. meira inn í skattum og avgjøldum, og hallið hjá landinum var tá burtur. So tað snýr seg um at skapa ein álitisvekjandi politikk, so fólk kenna seg trygg um framtíðarútlitini, so vilja vit aftur hava javnvág í landshúsarhaldinum. Tað er at vóna, at samgongan sær týdningin av hesum, og broytir kós.
Landsbankin avtakast – fer søgan at endurtaka seg ?
Eitt mál har samgongan hevur møguleika at broyta kós og vísa vilja til at gera tingini rætt, er málið um avtøku av Landsbankanum. Í hesum málinum eru tíverri óhugnaliga nógvar líkheitir við gongdina í málinum viðvikjandi flatskattinum og pensjónsskattinum.
1) Ongin hoyring áðrenn landsstýrið tekur støðu og ger lógaruppskot.
2) Ongin hoyringsskriv áðrenn málini verða løgd fyri Løgtingið.
3) Sera illa fyrireikað lógaruppskot, við nógvum feilum og enntá skeivum og villleiðandi upplýsingum.
4) Nærum allir partar á arbeiðsmarknaðinum mótmæla framferð og lógaruppskotum.
5) Ótalligar áheitanir í almenna rúminum á landsstýrið um, at steðga ætlanini.
6) Øll andstøðan og fleiri samgongutingfólk vísa á, at uppskotini als ikki eru í lagi.
7) Løgmaður lovar øllum føroyingum at onki verður gjørt uttan at kenna avleiðingar áðrenn, og at øll skulu kenna seg trygg.
Spurningurin er, um endin á málinum verður tann sami sum við flatskattinum og pensjónsskattinum, ella um Løgmaður og samgongan hesuferð velja at hugsa seg um og steðga málinum.
Allir hoyringspartar mæla frá – uttan peningastovnarnir
Eitt nú tí øll hoyringssvar, ið higartil eru komin til málið mæla frá at samtykja lógaruppskotini, undantikið peningastovnarnir - teir fegnast – ikki uttan orsøk. Hópurin av fakfeløgum og sjálvt Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir staðiliga frá at samtykja uppskotini, so sum tey fyriliggja, og Grannskoðararfelagið, ið Jørgen heldur skal hava 1 av 3 limum í einum Gjaldstovuráði, vísir enntá á, at hetta er ikki ynskiligt tí allir grannskoðarar eru ógegnigir at umsita landsins gjaldføri og hava hartil ikki neyðuga tjóðarbúskaparligan vitan. Tað sama ger seg væl galdandi fyri advokatarnar, ið skulu hava eitt annað av teimum 3 umboðunum í Gjaldstovuráðnum hjá Jørgen.
Ómetaliga lítið skil á ætlanini at avtøka av Landsbankan
Málið tykist ómetaliga undarligt alt sum tað er. Landsbankin skal pettast í 4 pettir, og allur tjóðarbúskaparligur førleiki harvið speiddur fyri vág og vind, samstundis sum tosað verður um at savna og rationalisera. Beint tað øvugta verður gjørt.
Óheftar búskaparmetingar frá óhefta stovninum Landsbankanum hvørva og gjaldføri landsins skal umsitast á stovni beint undir landsstýrismanninum, við stjóra, ið landsstýrismaðurin setur og einum ráði, ið landsstýrismaðurin velur. Tá kann gjaldførisumsitingin tað sama verða fram í Fíggjarmálaráðnum, tí óhefta gjaldførisumsitingin er burtur við leistinum hjá landstýrinum. . Samstundis vísir landsstýrismaðurin ferð eftir ferð á, at umsitingin verður óheft av landsstýrismanninum. Hvussu kann hann koma til ta niðurstøðuna ?
Hartil verður gjaldførisumsitingin á einum roknskaparstovni uttan neyðugu tjóðarbúskaparligu vitanina og umhvørvið, ið krevjast – eitt nú fyri at fáa góða altjóða rating, og harvið lága rentu tá umræður landsins skuld.
Nøkur fólk verða flutt á Fróðskaparsetur Føroya at stovna nýggja útbúgving. Hesi skulu eisini vera umsiting hjá Búskaparráðnum. Neyðugt verður sjálvandi at lýsa hesi størv leys. Núverandi tjóðarbúskaparliga serfrøðin í Landsbankanum, ið eitt nú tekur sær av framskrivingum av tjóðarbúskapinum, búskaparmetingum við serligum atliti til fíggjargeiran og umsiting hjá Búskaparráðnum hvørvur.
Restin av játtanin hjá Landsbankanum verður latin Fíggjarmálaráðnum og Hagstovuni.
Avtøkan hevur onki við rationalisering at gera - tvørturímóti
Greitt er, at avtøkan av Landsbankanum onki hevur við rationalisering at gera, tí møguligt er at spara somu upphædd hjá Landsbankanum, uttan at avtaka Landsbankan. Hartil tykist ætlanin at spjaða starvsfólk út á ymsar stovnar sera illa gjøgnumarbeidd og týðiligt er, at fleiri uppgávur hjá landsbankanum ikki verða røktar við tí uppskoti, ið landsstýrið er komið við. Samstundis er sera stórur vandi fyri fleiri mió. kr. í øktum útreiðslum hjá landinum vegna verri altjóða rating og harvið hægri rentu av landsins skuld, og eisini vegna broyting, ið tí íløgustrategi, ið landsstýrið hevur lagt upp til. Eisini vilja manglandi búskaparmetingar og manglandi óheft ráðgeving um føroyska búskapin við serligum denti á fíggjarmarknaðin koma at kosta okkum dýrt yvir tíð. Hetta áttu undanfarnu kreppurnar lært okkum. Um nakað, so átti vit sjálvandi at styrkt Landsbankan – ikki avtikið hann.
Ógrundaðar samanleggingar kosta okkum øllum dýrt
Vit minnast hana øll. Seinastu samanleggingina hjá núverandi fíggjarmálaráðharranum.
Ta ferðina var tað Ferðaráð Føroya, ið skuldi «rationaliserast» inn í ein stovn við øllum møguligum øðrum, ið sambært landsstýrismanninum «gjørdi nakað tað sama». Hóast ótalligar áheitanir um at lata vera, so valdi landsstýrismaðurin at avtaka Ferðaráðið og fremja samanleggingarnar. Úrslitið kenna vit øll.
Øll samskipan av ferðavinnuni varð syndrað. Allar uppgávurnar, ið sagt varð vóru loftaðar av øðrum, duttu niður ímillum. Útreiðslurnar av samanlegging og síðan endurstovnan hava verið ovurstórar. Mest av øllum hevur missurin fyri føroyska samfelagið verið stórur.
Tá Tjóðveldi og eitt nú minnilutasamgongan samstarvaði í fjør varð eitt av týðandi málunum, ið avgreidd vórðu, at endurstovna Ferðaráð Føroya. Hetta var byrjanin til endurreisnina, ið allir flokkar á Løgtingi nú taka undir við.
Skal søgan endurtaka seg við Landsbanka Føroya ? Um søgan við Ferðaráðnum var dýr og syrgilig, so kann søgan við Landsbankanum gerast ein ómetaliga nógv meira umfatandi og vanlukkulig fyri føroyska samfelagið.
Latið ikki søguna endurtaka seg !