Kaj Leo Johannesen segði áðrenn fundin við løgmann í dag, at hann vildi hava, at samgongan varð blandað av nýggjum, og at blokkurin ikki varð nertur. Løgmaður og Kaj Leo Johannesen vóru á fundi seinnapartin í dag. Báðir tveir vóru væl nøgdir við fundin, hóast formaðurin í Sambandsflokkinum áðrenn fundin, segði við Útvarpið, at hann ikki fór treytaleysur í samgongu. Kaj Leo Johannesen segði, at hann vildi, at samgongan varð blandað av nýggjum, og at blokkurin ikki varð nertur.
- Tað verður eitt nýtt landstýri; øll landstýrisfólkini verða uppsøgd
- Politikkurin skal millum annað verða ein Evropavendur ES politikkur, har inntøkumøguleikar eru.
- Vit hava brúk fyri øllum pengum at menna vælferðarsamfelagið, so har verður ikki nakar niðurskurður í blokkinum
- Tað verða ongar skattahækkingar, tí familjurnar megna sum er akkurát at fáa tingini at hanga saman.
- Tunlar: tað sigur seg sjálvt, at fara vit at skera niður á inntøkusíðuni, so verður trupult at byggja samfelagið út.
Hetta seg Kaj Leo Johannesen við útvarpið á middegi, áðrenn hann fór á fund við løgmann.