Ferðin útsett

Eftir ætlan skuldi Jón Pauli Olsen als ikki verið við seinasta mánaðin av kappingarárinum

Tað var tó ikki nøkur torfør avgerð at taka, tá Jón Pauli móti endanum av august mánaði gjørdi av, at útseta fráferðina til danmarkar ein mánaða.

- Tað gekk so ótrúliga væl hjá okkum tá, so avgerðin var als ikki so ring at taka, men mánadagin fari eg so avstað, og tað er so avgjørt ikki nakað, sum eg angri.

- Komandi árið verið eg so í Danmark, og eg rokni við, at eg byrji aftur hjá VB í juli mánaði. Møguliga verður tó talan um, at eg komi heim nakað fyrr, so eg eisini fái fyrru hálvu av kappingarárinum við, men tað fáa vit so at síggja, hvussu verður við tí.