Hergeir Nielsen, Fyrrverandi løgtingsformaður og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi
-------
Øll minnast vit skilið, tá fuglurin varð friðaður.
Tað er ikki byrsan, søgdu byrsumenn, tað er føðin.
Tað er ikki føðin, søgdu friðingarfólk, tað er byrsan.
Tá tann seinasti fuglurin var um at geva upp ond, samdust báðir partar um, at hann skuldi fáa frið. Hann skuldi hvørki skjótast ella hungrast.
Lívleysu føroysku bjørgini hava nú í fleiri ár rópt til himmals, tí fuglurin er flogin, skotin – ella - horvin av øðrum orsøkum.
Burturi er hann í øllum førum, og stórsta føroyska náttúruvanlukkan í okkara tíð er bæði staðfest og skrásett, men lítið umrødd.
Er tað nú hugsandi, at nakað tað sama hendir við lívinum í havinum?
Meiningar tróta ikki. “Byrsufólk og friðingarfólk” smæðast ikki, og maður, sum ikki tekur dagar millum húk og trol, friðing og dagatal, er ikki fyri rættan mann at rokna.
Ein hugsanin er, at makrelurin etur seg inn í føroysku vistskipanina, og tí fáa vit hvørki tosk, hýsu ella upsa longur.
Nær makrelurin hevur etið upp, vita vit ikki, men er nakað skil í hesum sjónarmiði, so er lítið eftir, nú botnfiskiskapurin er um at hvørva.
Og er tað so, at makrelurin hevur gjørt av við hendan partin av fólksins ogn, so leitar hann saktans aðrar leiðir – út úr føroyskum sjógvi - fyri at vinna sær mettuna.
Og hvat gera vit so?
Hvørjum skulu vit liva av, søgdu fiskimenn, um vit minka um dagatalið, og ikki sleppa at fiska?
Hvørjum skulu tit nú livað av, nú tað ikki loysir seg at loysa, verður spurt afturímóti.
Myndin av lívinum, ella deyðanum, í bjørgunum, er meinlík myndini av lívinum - ella deyðanum - í havinum.
Føði, veiða, lív og deyði treyta hvørt annað, og heimligu viðurskiftini merkjast nú eisini úti á heimshøvunum.
Grundleggjandi ástøði hjá kendum lívfrøðingum siga, at sleppa vit ikki yvirfiskingini í heimshøvunum nú, hvørva fiskastovnarnir heilt eftir fáum áratíggjum, og ein grundleggjandi skaði er tá gjørdur á alt tað samlaða lívsgrundarlagið í høvunum.
Kann tað nú vera so livandi galið, at tað verður júst okkara ættarlið, ið ger enda á lívinum í heimshøvunum, spyr hin tortrúni, og mangt bendir á, at so er.
Føroyskir fiskimenn hava ferðast víða, og einaferð vóru teir í New Foundlandi saman við spaniólum, portugisum og øðrum, tá teir so at siga syftu toskin inn um stokkin við berum hondum. Menn kundu so at siga næstan ganga á toski, so tættur og so ovalaga stóð hann í sjónum.
Væl bar til. Ríkidømið og avkastið var stórt, og hvør maður raskari enn annar. Men so brádliga, upp gjøgnum áttatiárini fór at sansa at, og í 1991 vóru teir seinastu stertarnir eftir nógv stríð og strev syftir inn um stokkin fyri ovurstóran kostnað.
Toskafiskiskapurin undir New Foundlandi, sum baskararnir fóru undir í 1400 talinum, hvarv brádliga, og tástani bannaði Kanada øllum fiskiskapi eftir toski í teirri vón, at stovnarnir fóru at koma fyri seg aftur.
Hvat bagir, hvør toskur gýtur jú milliónir av eggum, so tað man skjótt fara at laga seg aftur, men so var ikki.
Og tað er nú tað gerst rættiliga óhugnaligt.
Toskurin í New Foundlandi er eftir fimtan árum framvegis ikki komin fyri seg aftur. Tað vísir seg har, at ein botnfiskastovnur kann oyðdrepast, hóast lívsgrundarlagið, føði, hiti oa. annars er av paradísiskum slagi fyri tosk.
Føroyingar, spaniólar, portugisar og aðrir við eru sjálvandi horvnir úr New Foundlandi, saman við toskinum, tí har var nú ikki so nógv at vera eftir, tá ið toskurin hvarv.
So varð leita aðrar leiðir, men tíverri við líknandi fylgjum. Okkara Føroya Banki hevur verið roknaður sum heimsins besti sjógvur at royna í, eftir stórum toski, men hann hevur ligið so steindeyður nú í fleiri ár.
Aftur her staðfesta vit eina met stóra náttúruvanlukka í føroyskum sjógvi, og vit tosa líka lítið um hana, sum um vanlukkuna í bjørgunum.
Er tað “byrsan ella er tað føðin” – ella eru tað bæði tvey?
Her um okkara leiðir siga vit, at veður og vindur er ein friðing í sær sjálvum, og at friðaði øki eru ein onnur friðing, sum ger, at tað so at siga ikki er roynandi undir Føroyum fyri friðingum.
Kortini er fiskiskapurin endaður á einum minstamarki, tí lítið er til.
Av heimshøvunum eru tað bert 0,6%, sum eru friðaði, og ovurstór fiskiskip úr Europa og Amerika tráðroyna nú vesturafrikonsku strendurnar heilt suður móti Antarktis, meðan meinigi fiskimaðurin har á leiðini líður hungur og hall.
Kroniski yvirkapasiteturin í EU er mannaður við einari mió. ársverkum á landi, og 140.000 ársverkum umborð á 85.000 'skipum og bátum.
Stórveldini smæðast ikki við yvirfisking og útblaking, og síðani at revsa tann minna, ið lítið orkar.
Uppruna fiskimaðurin fram við afrikonsku strondunum endar sum sjórænari, og føroyski fiskimaðurin fær handilsigar revsingar oman yvir seg.
Eins skjótt EU langaði til, eins skjótt kavaðu okkara menn í skotgravirnar at verja danir, tá teir áttu formansskapin í EU, og høvdu maksimala ávirkan á hesi viðurskifti.
Ríkisfelagsskapurin fekk ikki vart føroysk áhugamál, søgdu teir við ein munn, tí Danmark átti formansskapin í EU felagsskapinum. Vit hildu tað øvugta.
Slóðin eftir tráðroyningini av heimshøvunum er ikki fyri blindan at bera.
Afturgongdin av fleiri fiskastovnum er ovurstór, og eftir tjúgu árum er biomassin av einum fiskaslagi fallin við tríati mió. tonsum, meðan annar stovnur er fallin við 80%.
Hóast samlaði fiskiskapurin er ovur stórur, so er búskapurin í honum fallandi, og nú EU fer at royna umsetiligar kvotur, taka somu spurningar seg upp har, sum her.
Ein høvuðsspurningurin er, at privatiseringin av fiskastovnunum ger enda á meiniga fiskimanninum.
Tá danir fingu umsetiligar kvotur í 2003, var tað skjótt, at nakrir fáir stórir kvotabarónar løgdu alt undir seg, og somu søguna kenna vit úr Spania, Íslandi - og Føroyum.
Løgfrøðiliga sæð verður fiskurin í havinum privatiseraður og ognartikin, tá ið loyvini verða privatiseraði.
Júst hesum leisti sita ovvekraðir menn og kvinnur í Tinganesi og skunda sær við í hesum døgum, nú ein sokallað endurskoðing av fiskivinnulóggávuni fer fram.
Verður fólksins ogn ognað privatum fyri lítið og lætt, verður hon ikki fólksins ogn aftur.
Tá høgrakreftirnar fara tvørtur um ideologisk og politisk mørk og savnast ytst úti á høgraveinginum, uttanfyri demokratiska rúmið í stjórnarskipanini, nærkast vit so ótýdligum fasistoidum rembingum, at alt eigur at verða gjørt fyri at reka tær aftur.
Lívsgrundarlag okkara er okkara felags ogn, og hesa felags ogn okkara eiga vit at lata øllum børnum okkara í besta standi eftir prinsippinum í grindabýtinum, har barnið í vøgguni eigur eins góðan rætt sum maðurin á bríkini.