Fer nú at tosa við fakfeløgini um eitt eymt mál

Hann vónar, at fakfeløgini vilja tosa við hann um tað

Nú fer landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum at tosa við fakfeløgini um eitt eldfimt mál, sum er at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í vága tá ið verkfall eru.

 

Seinastu ferðirnar Pedagogfelagið hevur verið í verkfalli, hevur tað eisini rakt viðskiftafólk hjá Almannaverkinum. Eitt nú hava búfólk á stovnum verið noydd at flutt heimanífrá, tí eingin hevur verið at veita teimum tann neyðuga stuðulin. Eisini hava røddir verið frammi um at lív og heilsa hevur verið í vága í samband við verkfall hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

 

Síðani hava bæði Megd og Javni, og onnur við, heitt á politiska myndugleikan um at syrgja fyri, at tað ikki hendur aftur, at vit koma í hesa primitivu støðuna, sum tey hava kallað tað, at tey veikastu í samfelagnum verða tikin til gísla í einum verkfalli. Tí hava tey kravt, at ein skipan verður gjørd, so at hesi økini verða undantikin, tá ið verkfall er.

 

Tá ið málið hevur umrøtt á Løgtingi, hava allir politikarar verið samdir um, at hetta kann ikki ganga, og nógvir hava eisini beinleiðis kravt, at ein loysn verður funnin.

 

Men hetta er eitt rættiliga eldfimt mál, tí samdstundis hava fakfeløgini tikið hetta sum eina roynd at skerja verkfalsrættin og hendur tað, hava tey lovað ilt, og tey hava eisini tosað um aðalverkfall.

 

Men nú er Magnus Rasmussen landsstýrismaður og tískil hevur Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spurt hann, hvussu tað gongur at loysa málið.

 

Les meiri her: Vil vita hvussu tað gongur at loysa eldfimt mál

 

Magnus Rasmussen sigur, at síðani hann tók við sum landsstýrismaður seint í summar, hava fleiri partar longu vent sær til hansara, nettupp um, hvussu vit tryggja, at veikir samfelagsbólkar, ikki koma í klemmu tá ið ósemjur eru á arbeiðsmarknaðinum. Eitt nú hevur hann havt fund við MEGD um málið.

 

Hann sigur, hann vil hava eina varandi loysn á hesum málinum, so at tey, sum hava brúk fyri røkt, sjúkrahúsviðgerð ella líknandi, ikki koma í slíka støðu, sum vit hava sæð í sambandi við fleiri arbeiðssteðgir seinastu árini.

 

Magnus Rasnussen sigur, at eitt vælferðarsamfelag kann ikki bjóða borgarum landsins at koma í slíkar støður. Og hann sigur, at í næstum fer hann at seta seg í samband við verkafeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað ger hann fyri at gera enn eina roynd at fáa eina avtalu um, at tað skal altíð vera eitt ávíst tal á starvsfóllki til arbeiðis á ávísum økjum í almannaverkinum og heilsuverkinum.

 

Hann sigur, at endamálið er at finna fram eina skipan, sum tryggjar, at veikastu borgararnir í samfelagnum ikki verða óneyðugt raktir av arbeiðssteðgi, men sum kortini tryggjar, at rætturin hjá fakfeløgum at røkja teirra áhugamál í sambandi við samráðingar, ikki verður óneyðugt skerdur.

 

– Endamálið við slíkari avtalu er ikki at skerja rættindini hjá verkafeløgum, men at tryggja, at arbeiðssteðgurin ikki, í óneyðugan mun, rakar ávísar útsettar samfelagsbólkar, sigur Magnus Rasmussen.

 

Hann vóna, at allir partar á arbeiðsmarknaðinum, konstruktivt vilja taka lut í einum samskifti soleiðis at fáa eina skipan, sum forðar fyri, at vit aftur koma í ta óvirðiligu støðuna, sum raka serstovnar og sjúkrahúsverk, tá ið arbeiðssteðgur er.

 

Sum eitt framkomið vælferðarsamfelag mugu vit hava trygd fyri, at eitt ávíst virksemi verður varðveitt, eisini tá ið arbeiðssteðgir eru,, soleiðis at borgarar landsins ikki verða fyri rættarbroti ella skulu óttast fyri lívi og heilsu, sigur landsstýrismaðurin.