Ferðslan kann økjast upp á hálvt ár

Ferðslutølini fyri tríggjar tær fyrstu vikurnar í Eysturoyartunlinum vísa, at øking er í ferðsluni. Um vøksturin heldur fram, kann komast á mál upp á hálvt ár

 

Ferðslan í Eysturoyartunlinum økstist frá fyrstu viku við gjaldi til triðju viku við gjaldi 8,5 prosent

Vøksturin er størstu frá fyrstu til aðru viku og heldur minni frá aðru til triðju viku.

Miðaltalið fyri vøksturin er 8,5 prosent. Vøksturin frá aðru til triðju viku var 3,2 prosent.

Um vit taka støði í fyrra talinum, so kemur ferðslan í Eysturoyartunlinum upp á 6.300 akfør í viku 13, sum er um mánaðarskiftið mars-apríl.

Taka vit heldur støði í vøkstrinum frá aðru viku til triðju viku, so er tann vøksturin 3,2 prosent. Um tann vøksturin heldur fram, so verður komið upp á ynsktu 6.300 bilarnar eftir hálvum ári, sum er út ímóti ólavsøku.

Royndirnar frá hinum báðum undirsjóvartunlunum eru, at ferðslan øktist. Tá var heldur eingin annar møguleiki at ferðast, enn gjøgnum tunnilin. Tí er støðan við Eysturoyartunlinum øðrvísi. Avbjóðingin hjá felagnum er tí at finna rætta prísstøði og gera tær neyðugu tillagingarnar.

Men vit vita øll, at vanar broytast – og tá vøkstur er í ferðsluni, so kann tann vøksturin sjálvandi halda fram. Verða so tillagingar gjørdar í prísinum, so kanska ferðslan fer at økjast enn meira, men so skulu eisini fleiri bilar til at gjalda tað sama, sum eftir núverandi útrokningum.