Ferðsluóhapp: Flutt á Ríkissjúkrahúsið

Ein ung kvinna fekk álvarsligan skaða eftir ferðsluóhapp í Trongisvági í morgun

Bilførarin, sum var fyri ferðsluóhappið í Trongisvági í morgun, fekk so mikið stóran skaða, at hann nú er fluttur á Ríkissjúkrahúsið til viðgerar.

Tað var í morgun, at eitt ógvulsigt ferðsluóhapp var í Trongisvági, beint við krossin, har Traðarvegur og Trongisvágsvegur møtast, tað er beint við gamla elverkið í Trongisvági.

Løgreglan sigur, at ein bilur, sum kom koyrandi sunnaneftir, rendi í ein grótgarð.

Bilførarin, sum var ein 19 ára gomul kvinna, fall í óvit og umframt at senda boð eftir sjúkrabili, var eisini neyðugt at senda boð eftir bjargingarliðnum at fáa hana úr bilinum so lagaliga sum tilbar.

 

Hon var einsamøll í bilinum, og løgreglan segði, at hon hevði skaða í høvdinum og á beinunum.

 

 

Les eisini: Ógvusligt ferðsluóhapp í Trongisvági

 

 

Hon varð alt fyri eitt flutt á Suðuroyar Sjúkrahús, men har gjørdust tó skjótt greitt, at tað var neyðugt at flyta hana á Landssjúkrahúsið, har hagar varð hon flutt við tyrlu.

Men á Landsjúkrahúsinum mettu tey, at tað var ráðiligast at flyta hana beint á Ríkissjúkrahúsið, og hon er sostatt farin til Danmarkar við flogfarið nú seinnapartin.

 

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi.