Ferðslulógin í rættarnevndina

Nýggja ferðslulógin, sum varð løgd fyri tingið herfyri, kom ikki til viðgerðar framløgudagin. Lógaruppskotið var so umfatandi, at tingmenn vildu hava stundir at seta seg inn í málið, og 1. viðgerð varð tí sett til 16. mars.

Men heldur ikki tá høvdu tingmenn hug at viðgerða ferðslulógaruppskotið, sum varð beint beinleiðis í rættarnevnd løgtingsins. Hvussu langa tíð viðgerðin í rættarnevndini fer at taka er óvist, men ferðslulógin er so ikki komin aftur á dagsskránna fyri 2. viðgerðir, skrivar Ferðslutrygd á heimasíðuni.