Ferðsluoffur: Illa brend, bangin

Sat í einum bili nakað innanfyri tunnilsmunnan, Leynamegin

Hvussu upplivdi tú hesa bjargingina?
? Eg helt, at tað gekk heilt ótrúliga skjótt fyri seg. Politiið úr Havn var har beinanvegin, aftaná, at vit ringdu. Og ein ambulansa út Vestmanna. Eg var yvirraskað av, hvussu stutt tíð gekk til teir vóru hjá okkum.

Merkti tú, at tú fekk ta hjálpina, sum tú hevði viljað havt, um tað var veruligt?
? Teir dugdu øgiliga væl at snakka við okkum, og sissa okkum. Men eg var illa brend, og tí tóku teir sær slett ikki av. Tað var kanska eitt sindur keðiligt. Men eg bleiv beinanvegin sett inn í ambulansan, meðan teir fóru at leita eftir øðrum offrum. Okkara vanlukka var so lítil, í mun til hina, sum var longur inni í tunnlinum, men politiið tók sær sera væl av okkum.

Ert tú betryggjað, nú tú hevur sæð, hvussu ein bjarging fer fram?
? Ja, tað eri eg.