Marin Katrina Frýdal, býráðslimir fyri Tjóðveldi
forkvinna í Teknisku nevnd og limur í bygginevndini, “Brúgvin um Sandá”
----
Fólkafloksmaðurin Sjúrður Olsen finnist at, at ov lítið er komið av skafti innan ferðslu- og gøtuviðurskifti seinasta valskeið, nú hann sjálvir ikki hevur sitið við stýrisvølin í Teknisku nevnd í Tórshavnar býráði.
Jú, Sjúrður, sanniliga er nógv avrikað, og nógv er á ávegis. Tað komu nýggir vindar inn í býráðsarbeiðið, tá javnstøðan millum kynini gjørdist veruleiki fyri 8 árum síðani. Ikki minst kom ein nýggjur hugburður til tekniska økið, sum nú hevur fingið kjølfesti á Vaglinum. Eg eri errin av avrikunum, hóast vit kunnu verða samd um, at tað altíð kundi verið gjørt meira. Trøini vaksa sum kunnugt ikki inn í himmalin, og íløgujáttanirnar eru avmarkaðar. Kann nevna, at vit t.d. hava brúkt meira enn eina ½ milliard krónur til skúlabygging og -umvæling, eins og 100 tals milliónir eru brúktar til eldraøkið. Hetta vóru tvey stór málsøkir, ið lógu í skeljasori, tá ið vit tóku við eftir Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Tískil hevur tekniska økið ikki kunnað fingið tillutað so nógvar íløgurkrónur, sum ein annars kundi ynskt sær, og av tí tillutaða, hevur arbeiðið við kloakkleiðingum og reinsiverkum fingið bróðurpartin, sum eisini var eitt málsøkið, sum ongan góðan hevði átt í áravís.
Ferðslutrygd
Tað allar fyrsta, eg sum forkvinna í teknisku nevnd setti á skránna fyri 8 árum síðani, var at fáa raðfest ferðslutrygdina í fremstu røð sum eitt natúrligt grundarlag undir allari viðgerð av vegatekniskum spurningum, eins og tað eydnaðist mær at fáa undirtøku fyri, at Ráðið fyri Ferðslutrygd gjørdist fastur limur í Ferðslunevndini hjá Tórshavnar kommunu. Miðvísa arbeiðið seinastu árini at taka ferðslutrygd og umhvørvisatlit við í tekniska arbeiðið við vegagerðum og útstykkingum v.m. sæst nú í verki, og ein virkisætlan fyri ferðslutrygd í allari kommununi verður tøk í næstum. Ferðslutrygdarætlanin er ein allýsing fyri alla kommununa, har allir borgarar, býarpartar, býlingar og bygdir fáa eins viðgerð. Hetta stak henta arbeiðsamboðið hjá politikarunum og umsiting at nýta, tá stingast skal út í kortið, er evnað til av fremstu serfrøðini á økinum. Nýggja sniðið á R.C.Effersøesgøtu er gjørt eftir leiðbeining frá hesi serfrøðini, og verða trupulleikarnir í m.a. Kollafirði viðgjørdir eftir sama leisti.
Parkering
Fleiri parkeringspláss eru útvegað í býnum, og parkeringspolitikkur er eisini settur á dagsskránna. Leingi hevur verið talan um parkeringshús at loysa trupulleikan frá serliga langtíðarparkeringini inni í býnum. Eitt parkeringshús á havnarlagnum við Eystaru vág, samskipað við aðra ferðavinnu- og flutningstænastu, eigur at vera fyrsta stigið. Eitt ella tvey parkeringhús nærhendis miðbýnum høvdu loyst tørvin á langtíðarparkering, og hópur av stuttíðar parkeringsplássum soleiðis vorðin tøk í miðbýnum til fólk í tænastu- og handilsørindum. Nú tykist endiliga at vera komið glið á málið, men tíverri verður enn bíða eftir avgerð í Innlendismálaráðnum, áðrenn parkeringspolitikkurin í býnum kann setast í verk.
Bussleiðin
Bussleiðin hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa. Bussleiðin er ein samhaldsføst skipan, har roynt verður at flyta ein munandi part av bilferðsluni í kommununi yvir á kollektivan flutning, m.a. fyri at minka um bilatalið í býnum og um CO2, útlátið. Gjaldsfría loysnin frá 2007, har eitt av aðalmálunum er at uppala børnini at brúka Bussleiðina, soleiðis at komandi ættarlið á ein heilt natúrligan hátt nýta kollektivu ferðsluna sum ein flutningsmøguleika, og harafturat nýmótans bussarnir frá 2011, hava samanlagt økt munandi um brúkaraskaran. Og politiskur vilji eigur at vera fyri at gera Bussleiðina enn betri.
Vegir, umhvørvi og estetikkur
Eisini eydnaðist tað at fáa eina býráðssamtykt um, at allir nýggir vegir skulu hava útbúnað, ið reinskar vegvatnið, og at ljóðvollar og planting verður fram við vegunum; hetta fyri at verja bæði ímóti óljóði og dálking. Jú, eisini estetikkur er vorðið ein natúrligur partur við vegagerðum í kommununi, soleiðis at vegir verða lagdir væl í lendið og alt verður væl og virðiliga frágingið. Áhaldandi eigur at arbeiðast við ætlanini um at dagføra vegakervið í allari kommununi, tí nógvir bygdarvegir lúka ikki tey krøv, sum ferðslan nú á døgum setur; t.d. er vegurin ígjøgnum Velbastaðar bygd og út á Øksl eitt dømi um slíkan veg ið má gerast í næstum.
Súkklubreytir
Við treiskni eydnaðist tað við tógvi stríð fyri 8 árum síðani at fáa undirtøku fyri, at allar nýggjar vegagerðir skulu hava súkklubreyt umframt ta vanligu gongubreytina. Miðvísa arbeiðið at skipa ferðslutryggar gongu- og súkklufarleiðir í býnum ber ávøkstur, tí munandi fleiri fólk ferðast nú á súkklu, enn áður, og sama er galdandi fyri fólk til gongu. Arbeiðast má áhaldandi fram eftir hesum leisti, og hesi viðurskifti mugu eisini takast við, tá eldri vegir verða dagførdir. Tíverri er eisini her bíðitíð eftir avgerðum hjá Innlendismálaráðnum, tí tørvur er á dagførdum kunngerðum við heimild í ferðslulógini.
Gøtur
Nógvar gøtur eru gjørdar farna 8 ára skeiðið og er hettar arbeiðið spjatt um alla kommununa. Harumframt eru fleiri klárar at fara ígongd, so skjótt øll neyðug loyvi eru tøk. Nakrar gøtur eru:
Úr Hoyvíkarskúla niðan í Klingurna, inn á Gøtu og niðan á Løgmannabreyt
Við gamla vatnbrunnin í Djúpagili
Nýggj gøta við Svartafoss
Hvítanesgøtan verður nú gjørd, eftir at loyvið er fingið frá friðingarmyndugleikunum
Á Hvítanesi úr Akkersvík og út á Nesið
Við Hoyvíkstjørn
Úr Kongsgili í Kerjar og í Marknagilsgøtuna
Um Vesturvarða – gøtan er nakað knortlut í støðum, og verður hetta bøtt í næstum
Úr Norðasta Horni oman í Sandá
Í Nólsoy millum skúlan og dagstovnin
Av Argjum og niðan á Hamarin
Úr Kongavarða í Reynsgøtu
Fram við Sandá
Í viðarlundini í Havnardali
Í Kirkjubø inn á Árnanes og nú verður farið undir at binda gøtuna í Lágabø
Á Velbastað millum skúlan og dagstovnin
Í Kaldbak eru gøtur endurskapaðar og hampaðar
Loyvið er nú fingið frá Yvirfriðingarnevnd at fara undir gerð av gøtu fram við sjóvarmálanum yviri við Strond.
Rundkoyringar
Rundkoyring er gjørd við skúlan á Argjahamri og onnur verður nú gjørd við vegamótið Sundsvegur/Blómubrekka/Óluvugøta; og loysn er á veg við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari ringvegur. Sjúrður Olsen mælir til, at ljósreguleringar í býnum skulu burtur og rundkoyringar skulu koma í staðin; og hann er ikki einsamallur um at hava eina turkatrúgv uppá rundkoyringar, hóast serfrøðin ferð eftir ferð hevur víst á, at í ávísum førum eru rundkoyringar ikki besta loysnin, tá ið bilatalið fer upp um eitt ávíst. Tað er altso ikki einans av plásstrotsávum, at tey halda seg til ferðsluljós inni í t.d. Keypmannahavn, heldur enn til rundkoyringar.
Ytri ringvegur og Krákugjógv
Eg eri samd við Sjúrði Olsen í, at Ytri ringvegur má fáast liðugur. Men samstundis gleðist eg yvir, at vegurin ikki er trumfaður ígjøgnum eitt so náttúruvakurt øki, sum traðirnar við Villingardagsvegin og oman í Krákugjóv, soleiðis sum Sjúrður Olsen og aðrir býráðslimir annars eru heilhugaðir fyri. Landsstýrið eigur eisini stóra ábyrgd fyri, at hesin vegur ikki er gjørdur enn, og samfelagið kann ikki lata sær lynda, at landsmyndugleikin framhaldandi liggur í buktini fyri eini skynsamari loysn á hesum álvarsmáli fyri høvuðsstaðin
Brúgvin um Sandá
Sjúrður Olsen sat í síni tíð sum formaður í Teknisku nevnd, og hevði eisini brúnna um Sandá á skránni tá, hóast lítið og einki kom burtur úr. Men tíbetur er brúgvin nú veruliga á veg. Í longri tíð hevur verið arbeitt við verkætlanini, m.a. at prosjektera og at gera útbjóðingartilfarið klárt, peningur er avsettur til stóru íløguna bæði í ár, í 2013 og í 2014, og brúgvin er tískil ikki langt úr eygsjón. Verkætlanin, sum er brúgv og tvær rundkoyringar (ein hvørju megin Sandá), er boðin út. Teir bjóðandi bóðu um longda freist, og varð hetta sjálvandi eftirlíkað teimum; tilboðini koma inn tann 26. oktober, tá ið lisitatión verður. Síðani verða tilboðini eftirkannaði, og dómsnevndin fer til verka. Tilmælið fer síðani til nevndarviðgerð og so fyri býráðið. Tað skal tó sigast, at hesari verkætlan hevur Sjúrður Olsen tíbetur tikið undir við, og tað vil eg takka honum fyri.
Jú, sanniliga grør um gangandi fót.