Birgir Sondum
X við lista E
Varð í dag vitni til at ein kona bleiv árend millum svimjihøllina og Shellstøðina.
Her koyri/gangi eg dagliga, havi mangan hugsað hví tað ikki eru smogur til fótfólkið undir ringvegnum, tað mátti verið sera einfalt at lagt rør/smátunlar í øll tey økini har fólk van-liga fara yvirum vegin.
Ringvegurin er neyð-ugur, men tá hann bleiv gjørdur, bleiv bert hugsa um bilar.
Býarpartarnir høvdu verið nógv tryggari og meira samanhangandi við smátunlum undir vegnum.
Hvat hevði tað ikki verið eitt vælsignilsi við einum tunli undir Niels Finsensgøtu við Steinatún, bæði fyri fótfólk og bilar.