Eitt av teimum er Garðavegurin. Har var fyri nøkrum árum síðan byrja at gera vegin í stand norðanífrá, og sær tað eisini heilt gott út suður til Jógvan við Keldu. Frá Jógvani og suðureftir er ongin vegrist við tí avleiðing, at alt yvirflatuvatnið rennur omaná og sleppur bert niðurígjøgnum í støðum, har asfaltið ikki er lagt heilt omanímóti gørðum og vegkantum, har tað síðan rennur oman í gjøgnum tún og undir húsum og ger stóran skaða. Heldur ikki er gongubreyt í niðaru síðu, og bilar standa sum best ber til, ofta til stóran ampa fyri gongufólkið. Tó er tað batnað síðan, vit fingu parkerinsvørð.
Væl vitandi at ikki eru nógvir pengar at arbeiða við hjá býráðnum, haldi eg tó, at tað átti at borið til at bøtt um hendan trupulleikan. Kanska skuldi Garðavegurin verið gjørdur einsrættaður, so at tú einans kundi koyrt suðureftir, ella kanska norðureftir? Tað hevði loyst trupulleikan við parkeringsviðurskiftunum, tí so kundi onnur síðan verið uppmáld til parkeringsbásar, men tað hevði sjálvsagt ikki loyst trupulleikan við yvirflatuvatninum. Til tað krevst, at vegurin verður grivin upp, og vegristir settar í.