Norrøna fer sín seinasta túr til Bergen, og í tí sambandi verður ein ferð fyri tvey til Bergen burturlutað í morgunsendingini á Rás 2 mikudagin.
Hósdagin fer Norrøna sín seinasta túr til Bergen, og í hesum sambandi burturlutar Rás2 eina ferð fyri tvey, ið kann vinnast við at senda sms boð inn til sendingina. Vinningurin fevnir eisini um uppihald við morgunmati á Thon Hotel Bergen Brygge í Bergen. Farið verður úr Tórshavn hósdagin kl. 17.00, og farið verður úr Bergen sunnumorgunin kl. 10.00. Komið verður á Havnina aftur mánamorgunin kl. 06.00. Umboð fyri Smyril Line, Jákup Sverri Kass, kemur í rásarúmið kl 11.30, og tá verður drigið um smsboðini ið eru innkomin.
Morgunsendingin byrjar kl. 09.00 og heldur fram til kl. 12.00.
Rás2 - títt radio