Á ferð tvørtur um USA

Atli Petersen & Hanus Eliasen

---------------------------------

 

Eftir at hava verið 3 dagar í Jamaika og 4 dagar í Kuba, flugu vit til Miami. Vit komu um kvøldið til Amerika, har vit skulu vera í 6 vikur. Tað fyrsta vit gjørdu, var at heinta bilin, vit høvdu leigað. Tað var ein øgiligur ruðuleiki hjá okkum at koyra bil á teimum stóru amerikansku vegunum í byrjanini . Í Miami vóru vit á Miami Beach, har vit m.a. spældu beach volley móti tveimum russum.

Høvuðsorsøkin til, at vit gjørdu hesar ferðafrásagnirnar var, at vit fóru at halda jól og nýggjár í Amerika. Og tí vildu vit skriva um tað var. Tí vilja vit bert heilt stutt greiða frá, um øll støðini vit vitjaðu, áðrenn vit komu til New York, har vit hildu jól.

Farnir úr Miami koma vit nakrar tímar seinni til Kenne­dy Space Centre., sum er høvuðs­rúmdarstøðin í USA. Vit guldu fyri rundvísing við fullum pakka. Hetta gjørdist kanska í so drúgt hjá okkum. Tí vilja vit mæla fólki bert at gjalda fyri fullan pakka, um ein veruliga vil hava alt at vita um NASA og líknandi.

Næsti steðgur var í Disney Land. Vit fingu ein heilan dag í høvuðsparkini, The Magic King­dom, sum er ein útav 4 Disney World høvuðsparkum í Orlando. Av tí at tað er so stórt og vit bert fingu vitja tí einu parkina, so mangla vit nógv. Vit høvdu gott kunnað tikið 2 dagar aftrat, men vit høvdu ikki ráð hvørki í tíð ella pengum at uppliva alt, men tað verður heilt avgjørt gjørt eina aðru ferð. Hetta var eitt gott upplivilsi, tí man gjørdist automatisk í góðum lag av øllum teimum glaðu ferðandi - øll vórðu til børn.

Ávegis til Atlanta City fóru vit til Georgia Music Hall of Fame. Tað er eitt museum um øll tey kendu nøvnini, sum eru komin frá Georgia ella sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til Georgia.

Fyrsta staði vit vitjaðu í Atlanta City, var á Aubrun Avenue, har Martin Luther King Jr. Memorial er. Vit fingu millum annað eina rundferð í barnaheiminum hjá Martin Luther King Jr. Gøtan, har húsið liggur, er hildið við líka, tí tað hevur so nógv søguligt virði. Á rundferðini sóu vit eisini grøvirnar hjá Martin Luther King Jr. og konu hansara. Leggjast kann aftrat, at í Atlanta City fóru vit eisini til World of Coca Cola. Her fekk man betri innlit um merkið, sum er í flestu støðum í heiminum.

Ávegis til Graceland steðgaðu vit við barnaheimið hjá Elvis Presley, sum liggur í Tupelo, Missippi.

Í Memphis liggur Graceland, heimið og gravstaðið hjá kong­­i­n­um av Rock and Roll, Elvis Presley. Her sóu vit m.a. grav­staðirnar hjá allari familjuni og allar heiðurslønirnar, sum Elvis hevur vunnið.

Næsta morgunin fóru vit til Sun Studio, sum eisini liggur í Memphis. Her hava nógvar stjørnur byrjað sína yrkisleið, m.a. Elvis Presley, Jerry Lee Lewis, Roy Orbison og Johnny Cash.

Næsta stóra staðið vit steðg­aðu í, var Chicago. Vit vóru 3 dagar í hesum stóra býi. Her sóu vit okkara fyrstu dystir í kurvabólti og amerikonskum fótbólti. Í mun til okkara fótbólt, har tað bert dragar seg um at hyggja at dystinum, so eru hesir báðir ítrottirnir meira ein sýning til áskoðarnar. Í báðum dystunum var undirhald í hvørjari pausu og tað var sera stórfingið. Leggjast kann aftrat, at bæði liðini hjá býinum, Chicago Bulls og Chicago Bears, vunnu, so hýrurin var sera góður á fólki aftaná.

Fyri at taka okkurt annað áhuga­vert stað við, so vitjaðu vit millum annað heimsins hægsta bygning, Sears Tower. Hetta er í grundini ikki heimsins hægsti bygningur, men bygningurin hevur eina antennu, sum ger, at teirra røkkur hægst upp í loft.

Ávegis til Washington DC fóru vit líka framvið Amish County. Hetta er staðið, har flestu Amish-fókini eru savnaði í eitt øki. Man kundi fara til onkra sýning, men vit vildu heldur síggja eitt veruligt Amish-fólk. Men vit fingu at vita, at tey vilja ikki hava, at man kemur á vitjan hjá teimum bara av forvitni.

Síðani komu vit til høvuðsstað­in, Washington DC. Her vitjaðu vit sera nógv flott og kend støð. Í Washington eru øll hesi støðini savnaði á einum staði, og hetta ger tað lættari hjá einum ferðafólki. Fyrst vitjaðu vit The Capitol Building, har tann amerikanska stjórnin hevur sítt sætið. Síðan fóru vit til Tað hvíta húsið, har forsetin hevur sítt sætið. Serliga hesi støðini eru væl vard og tí sleppur tann vanligi persónurin ikki tætt at. Grundin til tess er 9. septembur, og tí hava forsetin og fólk hans­ara sera góða trygd.

Vit vitjaðu eisini á Abraham Lincoln Memorial, har The Reflecting Pool liggur framman­fyri. Hetta staðið er óivað mest kent fyri, at tað var her Martin Luther King Jr. helt sína røðu “I Have a Dream”.

Onnur støð, vit vitjaðu vóru millum annað á toppinum á Wash­ington Monument, World War II Memorial og Holocaust Museum, har ein sá, hvussu óhugnalig og ræðulig jødatýningin í 2. Heims­bardaga var.

Vit valdu síðan at gera eitt lop niðan til Niagara Falls, sum ein kann síggja bæði frá amerikanska og kanadiska landamarkinum. Hetta er eitt vakurt stað, ið vit til­mæla fólki at fara til. Vit vóru bert ein dag í Kanada, men tó eydnaðist tað okkum at missa tvær boksir av kubansku sigarunum, sum vit høvdu við úr Kuba, tí vit høvdu ikki loyvi at hava kubanskar sigarir við inn í Amerika.

Eftir at hava koyrt umleið 6500 kilometrar og koyrt í umleið 120 tímar lótu vit bilin inn í New York City 22. desembur. Ferðingin frá Miami varð gjørd við leigaðum bili. Hóast vit onkuntíð koyrdu langt út á kvøldarnar, so yvirnáttaðu vit ongantíð í bilinum. Ein dagur hevur vanliga verið at, tá ið vit eru farnir frá einum staði, so hava vit koyrt eitt sindur út á kvøldi. Áðrenn tað er vorðið ov seint, so hava vit leigað okkum inn í bíligt gistingarhús. Tá ið ein koyrir á einum høvuðsvegi, so er tað stutt ímillum skeltini hjá gistingarhúsunum, og tey eru í óvæntaðum góðum støði, um ein hugsar um, hvat tey kosta í mun til heima í Føroyum. Men tað man óivað verða útboðið av teimum nógvu gistingarhúsunum, sum ger at prísurin er lágur. Men annars kann man leggja aftrat, at hetta hevur verið ein biltúrur, sum vit síggja fólk uppliva í filmum. Bara eitt sindur betri - tí ein fær sjálvur loyvi at uppliva øll tey spennandi og kendu støðini og upplivingin er ikki til at vera fyriuttan.

Fyri ikki at brúka nógva pengar uppá ferðing í New York City valdu vit at fáa okkum eitt hotel­rúm mitt í Manhattan, fyri ein bíligan pening. Fyrsta kvøldið fóru vit til ein musical á Broadway. Vit sóu sjónleikin um Shrek, sum var ein flottur og stuttligur sjónleikur. Dagin eftir fóru vit til nøkur kend støð í New York. Vit vóru millum annað í Wall Street, Ground Zero og Statue of Liberty. Jólaaftan byrjaðu vit dagin við at fara til Rockefeller Center fyri at standa á ísskoytum. Her kom ein ordiliga í jólahýr av øllum teimum glaðu fólkunum og øllum jólastásinum, sum var har. Her stendur millum annað eitt stórt jólatræ, sum er kent um allan heim – serliga frá teimum amerikonsku filmunum. Eftir skoytingina fóru vit í bygn­ingin The Rock sum liggur í Rockefeller Center. Á toppinum á The Rock høvdu vit gott útsýni yvir alt Manhattan. Sum flestu føroyingar, so dámar okkum væl at fáa dunnu jólaaftan, so vit leitaðu okkum til eina kinesiska matstovu, har vit fingu eina dunnu. Hetta var hugnaligt, tí uppá aðrar mátar líktist hetta ikki teimum vanligu jólunum, har ein fær rís ala mande, gávur og annað. So man kann siga, at dunnan kom væl við.

Dagin eftir fór tað mesta av degnum til at vitja tað kenda Central Park. Av tí at hon er vorð­in nýtt í fleiri filmum og sjón­varpsrøðum, ger tað hana óivað til tí mest kendu parkina í heiminum. Parkin hevur mill­um annað nógv manngjørd vøtn, langar gangibreytir, tvær skoytubreytir og nógvar minnisvarðar, millum annað Strawberry Fields, sum er víga John Lennon. So ein kann ikki annað enn at hugna sær har, og vit vóru har ein heilan dag.

Á tí seinasta heila degnum í New York City vóru vit á nógvum støðum. Nú skuldi alt náast, áðrenn vit máttu víðari. Vit byrjaðu dagin við at fara til støð sum t.d. ST-bygningin, Chrysler bygningin og býarpartarnar Little Italy og Chinatown. Eftir hetta avgjørdu vit at ganga yvirum Manhattan Bridge og heim aftur eftir Brooklyn Bridge. Seint um kvøldi fóru vit so inn í kenda Empire State Building, sum er hægsti bygningur í New York City.

Av tí at vit búðu í sentrum í Manhattan, so gingu vit okkara dagligu gongd í Fifth Avenue, har m.a. Times Square liggur. Tá ið man kemur til Times Square, so verður ein fullkomiliga kringsettur av lýsingum og jólaprýði. Her eru lýsingar lagdar útyvir allar teir stóru bygningarnir.

Um vit taka samanum jóladag­arnar í New York City, so føldu vit eitt øgiligt jólares, sum ikki er nærhendis tað føroyska. Her livdu amerikanarnir veruliga upp til sítt umdømið at vera stórslignir um jólahøgtíðina. Tað var øgiligt lív á gøtuni, har fólk royndu at fáa tær síðstu gávurnar uppá pláss. N var gjørt fyri at halda býin jólaligan, bæði við jólapynti og jólamonnum.

Ávegis til New York City fingu vit fleiri ferðir at vita frá fólki og høvdu eisini tann fordómin frá filmum, at New York var ein kriminellur býur og ein skuldi ansa eftir, hvønn ein tosaði við. Men tá ið vit komu til býin, tosaðu vit við ein lokalan á okkara aldri. Hann segði, at vit høvdu onki at vera bangnir fyri um vit brúktu okkara vit og skil og uppførdu okkum nøkulunda. Hann legði aftrat, at tað er satt, at býurin ikki altíð hevur verið tann fínasti at ferðast í. Men fyri nøkrum árum síðani byrjaðu tey at rudda upp á gøtunum fyri skøkjulevnaði og tílikum, og nú stendur tað væl til og fólk í býnum eru vorðin meir opin. Vit kunnu ikki annað siga, at tað er satt. Vit høvdu ongantíð nakran trupulleika við nøkrum, og tá vit spurdu um veg, so vóru tey skjót at hjálpa til.

Dagin eftir løgdu vit so leiðina til Las Vegas. Vit fingu eitt hotelrúm mitt á The Strip, har allar høvuðs­atraktiónirnar eru. Vit fóru til Las Vegas fyri at halda nýggjár. Her eru nógv ferðandi allastaðni frá, so tað er lætt at koma í samband við onkran, tí tey eru eisini komin at njóta henda býin, sum hevur nógv spennandi at bjóða. Dagarnir upp til nýggjársaftan fóru mest til at njóta nøkur tiltøk, sum vóru har og eisini royndu vit eydnuna á pokerborðinum. Nýggjársaftan var stórt hald á The Strip, høvuðsgøtuni, har tað byrjaði við einum Evil Knievel-sýning, har ein skuldi gera eitt størri lop við síni motorsúkklu. Áðrenn hann gjørdi hetta lop sóu vit á øllum skermunum, at tað varð nýggjár í New York. Hetta show’ið við motorsúkkluni var víst beinleiðis á sjónvarpsrásum í øllum USA. Tá tað nærkaðist nýggjár funnu vit saman við tveimum skotum á sama aldri, sum vit síðani hildu gamlaárskvøld saman við. Sjálvt nýggjársskiftið bleiv tað ikki skotið fýrverkarí, sum man ger í Føroyum, har øll skjóta eitt sindur í part. Her vóru tað hotellini í hvør sínum lagi skutu tað heilt stóra fýrverki.

Um man skal taka samanum so halda vit at Las Vegas nýtist ikki at verða so dýrt. Hetta er ein býur fyri øll. Hóast tey eru heimskend, so eru hotellini á The Strip ikki so dýr at búgva í, t.d. er tað nógvar ferðir verri at finna innivist í Manhattan fyri ein bíligan penga. Men eisini má sigast, at Las Vegas kann lúka øllum tørvum hjá ríkmonnum, sum ofta leggja leiðina her til. Men tak ikki feil. Um man vil til øll tiltøkini og kanska royna okkurt á casinounum, so kann tað lættligani gerast dýrt. Men í New York kostar alt.

Í morgin leggja vit leiðina víðari frá Las Vegas, har næsta ferðamál okkara verður Hoover Dam og Grand Canyon.

Leggjast kann aftrat at at vit hava gjørt ein profil til endamál, hann er á www.myspace.com/hanusogatli

-----

Kanska til Føroya

Brian Tawney og Jill Saltzman

Eftir at vit løgdu leiðina frá Chicago, ótu vit í einum staði beint uttanfyri Akron, sum er í Norðureystur Ohio. Her komu vit í prát við eini hjún, sum búðu tætt við. Orsøkin at vit komu í samband við tey var, tí at tey vóru forvitin at vita hvar vit vóru frá. Tey hildu at okkara mál líktist eitt sindur tað týska, men vistu at hetta ikki var týskt, so tey máttu spyrja .

Teirra nøvn eru Brian Tawney og Jill Saltzman. Brian er 39 ára gamal og er “test engineer fyri eitt medical imaging virki “. Jill er 41 ára gomul og er “paramedic working on a mobile intensive care unit” og hevur havt hetta arbeiðið í 10 ár.

Vit komu í prát um hvussu tey fóru at halda heilidagarnar um jólahøgtíðina. Tey søgdu at teirra ætlan var at halda tey saman við familjuni hjá Brian, har tey m.a. hava eina stóra máltíð, líknandi tí sum man sær í sjónvarpinum. Eftir hetta ætla tey at fara til St. Pete Beach í Florida, har Brian skal taka lut í “the Aikido Winter Intensive Training” . Aikido er ein japansk martial art líknandi tí sum man sær Steven Segal gera í filmum. Brian hevur gingið til Aikido í næstan 20 ár. Nýggjárshaldið verður hildið saman hinum luttakranum í “the Aikido Winter Intensive Training”, har tað verða umleið 100 fólk samlaði, so tað gleða tey seg nógv til.

Tá vit í eina góða løtu bert høvdu tosað við tey um jólini hjá teimum, byrjaðu tey at fregnast um Føroyar. Vit greiddu teimum frá um oyggjar okkara og vístu teimum myndir. Tey vístu stóran áhuga fyri Føroyum og høvdu gott hugsað sær einaferð at ferðast har.Vit hava havt samband við tey aftur og møguligani ein túrur til Føroyar einaferð verður veruleiki hjá teimum.