Á ferð við 300 ára gamlari fiól

Komandi vikuna ber til at uppliva Andreas og Michala á konsertum kring landið

Andreas Flensted-Jensen spælir klavir, og Michala Høj spælir fiól, og komandi dagarnar kunnu tey fyri fyrstu ferð upplivast á konsertum í Føroyum.
Tey hava annars spælt saman í fleiri ár og hava havt óteljandi konsertir bæði í Danmark og í øðrum londum.
Tey bæði hava konsertir ymsastaðni í landinum frá 11. til. 16. mars. Skráin er fjølbroytt fyri violin og klaver.
Á konsertunum taka tey áhoyrararnar við á eina ferð, sum byrjar við meditativu tónunum frá teirra nýggju fløgu, Be Still, har tey tulka sálmar úr m.a. Írlandi instrumentalt. Tónleikur, sum gevur rúm fyri umhugsni, og at vit gloyma okkum burtur. Seinni verður ferðin sett eitt sindur hægri, og áhoyrararnir verða leiddir ein túr gjøgnum nøkur av tónleikasøgunnar glitrandi framførslum fyri violin og klaver. Kryddað verður við smáum skemtisøgum og søgum um verkini, sum spæld verða. Hesi røkka heilt frá tí stórsligna og meistarliga til tað meira inniliga. Á skránni eru m.a. verk av Fritz Kreisler og Sarasate.
Violinin hjá Michalu, sum hon spælir á til konsertirnar, er 300 ára gomul og hevur ein ótrúligan klang.
Fyrsta konsertin hjá Andreas og Michalu verður á Láargarði týsdagin, og síðani spæla tey í eitt nú Norðurlandahúsinum, Eiðis kirkju, Mentanarhúsinum í Fuglafirði, Tvøroyrar kirkju og Filadelfia í Havn.