Ferðafólk flugu við dronu – men tað var ikki ólógligt

Tað velst um støddina, tá talan er um loyvi at flúgva við dronu

Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Í gjár fekk løgreglan boð um ferðafólk, sum flugu við dronu við Grønaból norðan fyri Klaksvík. Vaktleiðarin sigur, at lógin um at flúgva við dronu kann vera eitt sindur torskild. Men tað avgerandi er, hvussu nógv dronan vigar. Eitt mark er upp á 250 gram, og júst tí eru tað so nógvar dronur, sum viga 249 gram.

Tá er ikki krav um sertifikat, men tað eru framvegis ymsar reglur, sum skulu haldast. Eitt nú við at flúgva yvir vegi, flogvølli, tyrlupalli og annað.

Útlendingarnir í hesum føri gjørdu einki ólógligt.