Ferðafólkum tørvar ikki longur stúra fyri at fáa 25.000 krónur í bót, um tey venda blinda eygað til eina grind. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, sigur, at hendan ásetingin í grindalógini nú verður broytt.
Tað er komið ferðavinnuni í Føroyum sera illa við, at grindalógin bleiv broytt í fjør. Nýggja ásetingin um revsing fyri ikki at boða frá um grind hevur ført til, at millum annað fleiri ferðamannaskip hava valt, ikki at leggja leiðina til Føroya í ár, og ferðavinnan hevur tí staðiliga heitt á landsstýrið, um at broyta lógina aftur.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fer nú at fylgja teirra áheitanum. Við Sosialin sigur hann, at hann ásannar, at nýggja grindalógin var smíðað og avgreidd í skundi, og at hann nú fer undir at broyta hana. Hann fer nú at gjøgnumganga alla lógina og sigur, at um neyðugt er við fleiri broytingum, verða tær eisini tiknar við í hesum umfari.
Hann sigur við Sosialin, at tað ongantíð hevur verið ætlanin at raka ferðavinnuna, men at tað er ein óætlað avleiðing av nýggju ásetingunum í grindalógini. Nú skal ásetingin fella burtur, men fráboðanarskyldan verður kortini varðveitt. Tað er einans revsingin, fyri ikki at halda hana, sum fellur burtur.
Les meiri um grindalógina og stríðið móti Sea Shepherd í Sosialinum, sum varð borin í hvørt heim í dag.