Ferðastyrkur til ung listafólk

Í hesum døgum, tá ung listafólk ferðast um landið og vísa sítt kynstur og sítt hugflog, kann vera hóskandi at gera vart við eina stuðulsskipan, sum Norðurlandaráðið setti á stovn fyri nøkrum árum síðani.

Skipanin hevur roynst væl og verið nógv brúkt. Men av onkrari grund hava føroyingar ikki rættiliga ansað eftir henni. Og higartil hava ikki mong listafólk úr Føroyum brúkt henda møguleika.

Stuðulin rópast Sleipnir og er, ikki at siga einum føroyingi, kallaður upp eftir tí áttabeinta hestinum hjá Óðini. Hann er ætlaður yrkislistafólkum, sum ikki hava fylt 36 ár. Skipanin fevnir um øll sløg av list - sjónleik, dans, myndlist, formlist, byggilist, tónleik, film og video, bókmentir osfr. Hvørt ár verða slakar 1,5 milliónir kr. latnar í studningi. Umsóknirnar verða viðgjørdar av eini nevnd, ið er sett av Norðurlandaráðnum, og sum er samansett av umboðum fyri tær ymisku norðurlendsku listanevndirnar.

Ung norðurlendsk listafólk kunnu søkja um Sleipnir. Tað ber ikki til hjá eitt nú bólkum, feløgum ella stovnum at søkja. Umsøkjarar eiga at hava listina sum yrki ella, við øðrum orðum, vera professionell. Treytin er tá, at umsøkjarin hevur eitt slag av útbúgving og kann vísa á, at hann ella hon er listarliga virkin.

Endamálið við skipanini er at gera tað lættari hjá listafólkum at ferðast í Norðurlondum og at eggja teimum til at virka í øllum tí norðurlendska økinum.

Sleipnirstyrkurin verður játtaður til ferðir ella vistir í Norðurlondum, men uttan fyri landið ella økið, har umsøkjarin býr. Tað ber til at søkja um styrk til styttri ella longri ferðir, kortini í mesta lag 6 mánaðir. Umsøkjarin eigur ikki at faraundir sína ferð, fyrr enn umsóknarfreistin er av. Her eru nøkur dømi um ferðir, sum stuðul kann játtast til:


Ferðir, sum hava til endamáls at fáa í lag samband ella samstarv við eitt listarlist umhvørvi.


Ferðir, har umsøkjarin ætlar at luttaka á ráðstevnum, skeiðum, seminarum, verkstovum ella í øðrum tiltøkum, sum hava týdning fyri tað listarliga arbeiðið.


Vitjanir á festivalum, framsýningum, konsertum og øðrum tiltøkum, sum hava týdning fyri tað listarliga arbeiðið.


Sleipnir letur ikki stuðul til ferðir uttan fyri Norðurlond, til ferðir í sambandi við listarliga grundútbúgving ella til arbeiðsferðir, har avtala um løn er uppií.

Umsóknarfreistirnar eru 1. mars og 1. oktober. Umsóknarbløð og allar upplýsingar um treytir og krøv kann ein fáa frá skrivstovuni hjá Sleipni:


Sleipnir

NIFCA

Sveaborg B28

FIN-00190 Helsingfors

Finland


Hanus Andreassen