Ferðslan á ólavsøku

Partar av miðbýnum eru stongdir fyri ferðslu, meðan ólavsøkan er. Ferðsluforðingar verða settar upp av trygdarávum. Í ávísum støðum er vaktarhald, ið kann loyva neyðsynjarakførum, bussleiðini og øðrum frammanundan góðkendum akførum inn.

Á kortunum niðanfyri sært tú, hvar og nær ferðsluavmarkingar eru í býnum.

 

Ferðslan frá 27. juli

 

##med2##

 

  • Hósdagin 27. juli kl. 9 til sunnudagin 30. juli kl. 12
    Niels Finsens gøta er stongd fyri ferðslu frá Sverrisgøtu til Vaglið. Gjørt verður klárt til Pride-konsert og ólavsøkubásar.
     
  • Hósdagin 27. juli kl. 9-20
    Ferðslan í Mylnugøtu er einvegis niðaneftir, meðan gjørt verður klárt til pallin hjá Pride-konsertini og ólavsøkurenningin er á skrá.
     
  • Hósdagin 27. juli kl. 18 til sunnudagin 30 juli kl 12
    Partur av Húsabrúgv er stongdur fyri ferðslu. KVF setir upp pallar til upptøkutól.
     
  • Hósdagin 27. juli kl. 16 til sunnudagin 30. juli kl. 12
    Vágsbotnur er stongdur fyri ferðslu frá Bøgøtu til Tórsgøtu. Ólavsøkubásar verða settir upp í Vágsbotni. Tó ber til hjá teimum, ið hava atgongd til økið undir Bryggjubakka at koyra, inntil alt verður stongt av ólavsøkuaftan. Koyrast skal tá eftir Vágsbotni og ikki niðan Mylnugøtu.
     
  • Hósdagin 27. juli kl. 18 til 20
    Skálatrøð og økið undir Bakka er stongt fyri ferðslu. Ólavsøkurenningin hjá Bragdinum er á skránni.

 

##med3##

 

  • Fríggjadagin 28. juli kl. 13-14
    Tróndargøta er stongd fyri ferðslu frá Sjúrðargøtu oman til Kongagøtu. Skrúðgongan verður fyrireikað.
     
  • Fríggjadagin 28. juli kl. 12-19
    Eystara Bryggja frá Havnargøtu til Jónas Broncks gøtu er stongd. Kappróður er á skránni.
     
  • Fríggjadagin 28. juli kl. 10 til sunnudagin 30. juli kl. 12
    Áarvegur, Mylnugøta, Tórsgøta, Vágsbotnur og Niels Finsens gøta, frá sjónleikarhúsinum oman á Vaglið, eru stongd fyri ferðslu. Innkoyringin til parkeringsøkið á Skálatrøð verður úr Bøgøtu, og útkoyringin verður niðan eftir Sigmundargøtu. Bøgøta verður sostatt stongd fyri ferðslu av Skálatrøð. Hetta tíðarskeiðið er ferðsla ikki loyvd eftir Niels Finsens gøtu og Bøkjarabrekku tvørturum Steinatún. Bara býarbussarnir, bygdaleiðirnar og frammanundan góðkend akfør eru undantikin.