Ferðslan gekk væl tá Sandoyartunnilin læt upp

- Vegirnir í Sandoynni eru ikki bygdir til so stóra ferðslu, sum talan var um seinnapartin í gjár, tá bilarnir vóru flestir. Men, alt gekk væl.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at tað gekk rættiliga væl, tá Sandoyartunnilin læt upp seinnapartin í gjár.

 

- Bilrøðirnar vóru langar, men tað gekk eftir umstøðunum væl, og her vóru stórt sæð eingir stórvegis trupulleikar við ferðsluni.

 

 Einastu trupulleikar, sum vóru, var, at onkrir bilar stóðu so keðiliga parkeraðir, at neyðugt varð at ringja til eigarar um at flyta bilarnar.

 

Eitt skifti seinnapartin var so nógv ferðsla inni á meginlandinum, at Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu gavst at koyra til Kirkjubøar.

 

Her var snøgt sagt ikki komandi fram hjá bussunum.

 

Vaktleiðarin vísti í morgun á, at nógv ferðsla var eisini í Sandoynni, tá tunnilin varð latin upp, og her vóru onkrir ferðsluproppar og seinkingar.

 

- Men, alt gekk væl, og her vóru eingir stórvegis trupulleikar - undantikið, at neyðugt varð eina løtu at steingja tunnilin aftur, tí talið av bilum gjørdist so stórt.

 

Løgreglan vísir á, at vegirnir í Sandoynni eru ikki bygdir til so stóra ferðslu, sum talan var um seinnapartin í gjár, tá bilarnir í Sandoynni vóru flestir.

 

- Tað gjørdist eisini hált í gjárkvøldið, og vit halda, at nú Sandoyartunnilin er opin, er umráðandi, at fólk, sum ætla sær í oynna, eru ansin, sigur vaktleiðarin.