Fyri løtu síðani fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp oman fyri Norðskála.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eftir øllum at døma hevur ein bilur roynt at yvirhála ein annan, men hevur rent frontalt á ein mótkoyrandi bil.
Trý fólk vóru í bilinum og tvey teirra eru førd á Landssjúkrahúsið. Fyribils sigur søgan, at talan var um lættari løstir, men sjúkrabilur hevur kortini verið eftir teimum og flytir tey á Landssjúkrahúsið til kanningar.