Ferðslutrygd í hásæti

Nýggja kunngerðin um avmarking av koyring við summardekkum á vetri økir ferðslutrygdina, metir Kári Thorsteinsson.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, sum eisini umsitur ferðslumál, 
setur nú í verk eina nýggja kunngerð um brúk av dekkum. 

 

– Endamálið er at økja ferðslutrygdina í landinum, og vónin er, at færri 
ferðandi verða fyri ferðsluóhappum og álvarsligum ferðsluvanlukkum, sigur 
Johan Dahl, landsstýrismaður. 

 

Høvuðsbroytingin í mun til galdandi reglur er, at koyring við summardekkum 
vetrarhálvárið verður regulerað og harumframt eisini avmarkað. 

 

Avmarkingin er, at í tíðarskeiðinum frá 1. desember til 30. apríl er 
forboðið bilførarum at koyra við summardekkum, um hálka er á vegnum – uttan 
so, at akfarið eisini er skøtt við ketum. 

 


Og 1. desember er nú sunnudagin, so tá kemur altso henda nýggja kunngerðin 

í gildi. 


Kári Thorsteinsson, politikommiserur og formaður í Ráðnum fyri ferðslutrygd segði við Rás 2 í dag, at broytingin verður gjørd fyri at økja um ferðslutrygdina, so at sleppast kann undan bilum, ið ikki eru gjørdir vetrarklárir.

Kári Thorsteinsson metir eisini, at arbeiðið hjá Landsverk viðvíkjandi kavarudding gerst munandi lættari, tí vónandi slepst nú undan bilum, ið eru settir framvið vegnum, tí teir ikki megnaðu at koyra, og sum soleiðis standa í vegin, tá kavi skal ruddasr burtur.

 

Hoyr samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen hevði við Kára Thorsteinsson í dag, við at trýsta á pílin undir myndini.

 


Mynd: MBM