Ferðsluvanlukkan við Streymin hevur kravt eitt mannalív, boðar løgreglan frá.
Annar maðurin í persónbilinum varð staðfestur deyður, tá hann kom á Landssjúkrahúsið seinnapartin. Tey avvarðandi eru kunnað um deyðsfallið.
Støðan hjá hinum persóninum í persónbilinum er enn sera álvarslig. Førarin av farmabilinum varð eisini fluttur á sjúkrahúsið. Hóast hann ikki er í lívsvanda, liggur hann enn til kanningar, sigur løgreglan.
Ferðsluvanlukkan hendi um tveytíðina í dag, tá ein persónbilur kom koyrandi frá Norðskála og skuldi út á landsvegin. Allarhelst hevur hann ikki varnast farmabilin, sum kom koyrandi suðureftir og skuldi tvørtur um brúnna.
Ferðslan varð steðgað í góðar tveir tímar, meðan ruddað varð upp eftir vanlukkuna. Akførini eru førd á Akstovuna, har tey skulu kannast.