Umleið 300 ferðafólk eru innistongd umborð á einari ferju, sum sigldi á bryggjuna í Gedser í Danmark seinnapartin. Stoyturin var so mikið harður, at bógportrið á ferjuni fæst ikki upp, og tí eru tey umleið 300 ferðafólkini framvegis umborð á ferjuni.
Síðani tilburðin hevur ferjan ligið uttan fyri bryggjuna, og sagt verður, at ferðafólkini sleppa ikki í land fyrr enn í fyrsta lagi um midnáttina í kvøld.
Tað er reiðaríið Scandlines, sum eigur ferjuna.