Ætlanin um nýggja ferju til nólsoyarleiðina hevur verið á skrá í fjølmiðlunum í seinastuni, men tá ið ein bert hoyrir og sær tað, sum verður borið fram í fjølmiðlunum, er ringt at fáa fatur á rætta samanhanginum.
Undirritaðu, umboðandi Knud E Hansen, Føroya Deild, sum hava prosjekterað ferjuna, vilja tí koma við eini frágreiðing, sum kanska fær sett málið í ein størri og rættari samanhang.
Tíðliga í 2012 vendi Strandfaraskip Landsins sær til okkara í sambandi við at gera langtíðarætlan fyri nýggjar ferjur.
Um sæð varð burtur frá suðuroyarleiðini, sum er nakað fyri seg, og hædd tikin fyrieinum komandi sandoyartunli og at mykinesleiðin var útveitt, snúðu framtíðarætlanirnar hjá Strandfaraskipum Landsins seg einans um 4 leiðir. Hesar vóru til oyggjarnar Skúvoy, Fugloy/Svínoy, Kalsoy og Nólsoy. Ferjurnar, sum røktu hesar leiðir, vóru allar gamlar og ótíðarhóskandi, og tí var mett skilagott at leggja eina samlaða ætlan fyri útskifting.
Tær smærru ferjurnar til Skúvoy og Fugloy/Svínoy skuldu vera til ferðafólk og frakt, men tó skuldi bera til at føra ein bil. Tær kundu møguliga verið systurskip, ella i hvørfall rættuliga líkar.
Ferjurnar til Kalsoynna og Nólsoyar skuldu vera innilokaðar ro-ro bilferjur við plássi fyri 10-12 persónbilum, men skuldu eisini kunna taka tveir stórar bilar, bussar ella lastbilar. Hesar kundu eisini verið systurskip, ella rættuliga líkar.
At gera eina felags byggiætlan fyri tvær ferðir tvær ferjur yvir eitt hóskandi áramál, var hildið skilagott, tí ein felags standardur kundi verði nýttur, samtíðis sum 2 x 2 systurskip kundu givið sparingar í prosjektering og rakstri.
Ætlanin var at byrja við teim smærru ferjunum, har skúvoyarferjan var tann fyrra og enda við teim størru, har nólsoyarferjan var tann seinna.
Heildarætlan fyri allar 4 ferjurnar við mettum byggikostnaði, prosjekteringskostnaði og byggitíð bleiv gjørd og løgd fyri Vinnumálaráðið. “So far so good”, men í langtíðarløguætlanini hjá politisku skipanin bleiv alt broytt. Bert eitt skip skuldi byggjast, tað sum stóð seinast í ætlanini, og restin skuldi klárast við gomlum umbygdum skipum.
Skilagóða langtíðarætlanin fyri tær fýra leiðirnar var sostatt dottin niðurfyri, men tó var peningur játtaður til eitt nýtt skip, tað til nólsoyarleiðina. Upphæddin var 50 mió. kr. íroknað prosjektering og eftirlit, hóast kostnaðarmetingin segði 55 mió. kr. umframt prosjektering og eftirlit.
Prosjekteringsarbeiðið varð boðið út, og fekk KEH uppgávuna.
Tá ið prosjekteringsarbeiðið var komið undir land, kom fram, at nýggj herd stabilitetskrøv, tey sokallaðu vatn á dekk krøvini, sum EU setti í gildi, nú eisini skuldu galda innanríkisferjur í Føroyum, hóast vit frammanundan høvdu fingið at vita frá Sjóvinnustýrinum, at so fór ikki at vera.
Hetta viðførdi ávísar broytingar viðvíkjandi ferjuni, millum annað at hon bleiv ein metur breiðari, men serliga seinkaði hetta prosjektinum, tí alduútrokningar fyri sigliøki manglaðu í reglunum í sambandi við hesi nýggju krøv.
Umleið eitt ár gekk til hesi viðurskifti vóru komin uppá pláss, og prosjektið kundi gerast liðugt og bjóðast út.
Nú tilboðini komu inn, lá kostnaðurin úr góðum sjeyti mió. krónum, og tí hevur verið ført fram, at ferjan er vorðin nógv dýrari enn ætlað.
Hetta er tó ikki heilt rætt, tí hóast einans 50 mió. kr. blivu settar av til bygging íroknað prosjektering og eftirlit, so var kostnaðarmetingin 55 mió. kr. umframt prosjektering og eftirlit. Harafturat var kostnaðarmetingin í 2011 krónum, meðan tilboðini eru í 2016 krónum. Verður uppruna kostnaðarmetingin dagførd til 2016 krónur og hædd tikin fyri broytingum orsaka av óvæntaðum herdum stabilitetskrøvum, samsvarar uppruna kostnaðarmetingin nokkso væl við lægstu tilboðini.
Ferjan í einum størri høpi
Verkætlanin viðvíkur eini ferju, sum í mangar mátar er serstøk. Hóast einans 35 metrar til longdar hevur hon fulla bildekshædd til stórar bilar, enntá trailara, og harumframt eru øll manningarrúm í erva.
Framdriftin er diesel-el, við eini battarískipan ístaðin fyri tað eina dieselaggregatið. Battaríini kunnu løðast við landstreymi og/ella frá dieselaggregatunum.
Hetta ger, at dieselaggregatini, sum ganga, altíð koyra við optimalari last. Alt eftir um framleiðsluorkan frá dieselaggregatunum er størri ella minni enn orkutørvurin, kunnu battaríini verða lødd ella geva ískoyti.
Til ber eisini, í styttri tíðarskeið, at sigla við battarímegi einans, til dømis inn og út av havn, meðan dieselmotorarnir einans ganga tvørtur um fjørðin. Eisini kann hugsast, at ferjan á morgni, tá ið battaríini eru fult lødd, kann sigla ein heilan túr, uttan at dieselmotorarnir verða settir í gongd.
Vísur battarískipanin seg at rigga væl, ber til at seta fleiri battaríir í heldur enn at skifta dieselmotorar, so hvørt tørvur verður á tí. Tá eru battaríini óivað blivin bæði bíligari og effektivari enn í dag, og SEV-netið helst so væl útbygt, at skipið um náttina fær løtt battaríini við bíligum streymi úr vatn og/ella vindorku og harumframt fær løtt skjótari millum túrar um dagin.
At henda ferjan ikki verður bygd, er tískil ikki bara spell fyri nólsoyingar, men eisini fyri tað grønu verkætlanina og harvið alt tað føroyska fólkið. Tí hóast vit á landi eru á rættari kós frá olju til varandi orkukeldur, so eru skipini tó størsta útlátsavbjóðingin, og har tykist ongin almenn ætlan at fyriliggja.
Kanska tað almenn ígjøgnum ferjur hjá Strandfaraskipum Landsins kundi skunda undir ein grønan orkupolitikk til havs, og so kundi partur av kostnaðinum verði bókaður á orkukontu heldur enn kontu til nýggj strandfaraskip.
Ferjur og útróðrarbátar kunnu væl hugsandi í framtíðini verða rikin við el-megi burturav, meðan skip, sum eru longri úti at gangin, kunnu nýta battarískipanir til tess at javna og optimera orkunýtsluna. Eisini kann hugsast, at størri skip einans lata dieselmotorarnar ganga til havs, men sigla inn og út av havn við battarímegi eina, umframt at fáa landstreym til brúk og uppløðing, meðan ligið verður í havn.
Hetta kann, umframt at minka um útlátið, eisini ganga vaksandi atfinningum um dálking og larm í havnarbýum á møti.
Við norðurlendsku umhvørvisvirðislønini hevur SEV prógva, at vit føroyingar kunnu ganga undan á landi, og vit trúgva, at føroyingar eins væl eru førir fyri at ganga undan í grønorkuspurningum til havs.
Sæð í hesum høpi er nólsoyarferjan eitt sera spennandi prosjekt, sum ikki átti at dottið niðurfyri.
Vegna Knud E Hansen, Føroya Deild:
Marni Olsen og Thormund Johannesen