Um 17 tíðina í gjár var lítil móttøka, tá Articon handaði Tórshavnar havn nýggju ferjuleguna í Nólsoy. Jákup Símun Simonsen, havnanevndarformaður, klipti snórin. Tað var í oktober í fjør, at Articon ? sum vóru bíligastir í útbjóðingini ? byrjaðu arbeiðið upp á nýggja ferjulegu í Nólsoy. Og í gjár kundi felagið handa ferjuleguna til tíðina.
Jákup Sínum Simonsen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar kommunu, helt stutta røðu, og klipti síðani snórin fyri nýggju ferjuleguni.
- Her úti á hesi »longu og mjáðu« oynni er mangur bátur smíðaður, og vórðu nólsoyingar eisini teir fyrstu, ið byrjaðu at byggja skip í nýggjari tíð í Føroyum, og eru fleiri av teimum bygd her úti.
Nólsoyar Páll, ið fekk føroyingar at rakna við aftur, og so í nýggjari tíð avrikskappan Ova Joensen, eru ivaleyst tey fyrstu nøvnini ein kemur á, um Nólsoy verður nevnd ? í hvussu er, tá talan er um sjógvin og havið, segði Jákup Símun Simonsen í røðuni.
Havnanevndarformaðurin helt fram við at siga:
- Nýggjar tíðir og nýggir siðir, og tað krevur eisini at framhaldandi og áhaldandi verður fylgt við í framkomuni her á landi. Umráðandi er tí, at umstøðurnar at koma um fjørðin eru so góðar sum tilber, soleiðis at borgarar trygt kunnu búgva her úti og virka sín gerandisdag inni á meginøkinum, og koma aftur og fram frá morgni til dagseting.
Eftir røðu og snóraklipping bjóðaði Tórshavnar kommuna øllum umborð á Ternuna til ein góðan te- ella kaffimunn við heimabakaðum smákøkum.