Festivalmetingar

Sambært kanning á heimasíðuni hjá Dimmalætting er G-festivalurin í Gøtu hin best umtókti, men annars er kappingin hørð

Dimmalætting hevur kanning á síni heimasíðu, har fólk kunnu atkvøðu um, hvønn festival tey vitja í summar, um tey bert kunnu fara á tann eina.
                      Fremst lá á middegi í gjár  G-festivalurin við 35% av atkvøðunum, síðani Summarfestivalurin við 27%, Jóansøkufestivalurin við 17 %, Mjús við 12% og Ólavsøkukonsertin við 9 %.                      Kappingin er hørð um festivalgestirnar í summar, nú tiltøk og festivalar blóma kring landið.